EB/Streymur heldur fast um oddasessin

2. deild: Tað var einki sannførandi spæl at síggja á Mølini leygardagin, tá botnliðið LÍF vitjaði oddaliðið EB/Streym, sum tó gjørdi sína skyldu.

Við 2-1 sigrinum á LÍF heldur EB/Streymur fast um oddasessin í 2. deild. EB/Streymur sannførdi tó ongan um, at liðið hoyrir heima í 1. deild eftir avrikið á Mølini leygardagin. Tað var við neyð og deyð, at EB/Streymur hálaði sigurin í land.

EB/Streymur legði hart út, og fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá EB/Streymur hevði lagt seg framum 2-0. Tað var toppskjúttin í 2. deild, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum hesuferð var tann, ið legði seinastu málgevandi avleveringina. Hann rak til baklinjuna í høgra borði og legði síðani útfrá, har Jákup Martin Kristiansen kom rennandi og langaði til. Málverjin hjá LÍF fekk hondina á bóltin, men hann fór kortini í netið.

Seinna málið hjá heimaliðnum var meinlíkt tí fyrra. Jón Sigurð legði út frá til Jákup Martin, og skotið frá honum fór í stongina, áðrenn bólturin rakti netmeskarnar.

LÍF raknaði eitt sindur við móti endanum av fyrra hálvleiki, men ikki eydnaðist teimum at minka um munin beinanvegin, hóast teir høvdu ein góðan møguleika, tá ein LÍFari kom at standa fríur inni í brotsteiginum, men hann skallaði á stongina.


LÍF legði trýst á heimaliðið

LÍF kom út sum eitt ódnarveður eftir steðgin, og mál fingu teir bara tíggju minuttir eftir, at dómarin hevði sett dystin í gongd aftur. Brian Jensen hevði hondina á bóltinum beint innanfyri brotsteigarmarkið, og dómarin var ivaleysur. Brotsspark til LÍF og tað setti Kaj Eli Olsen í netið.

Leirvíkingar sótu á restini av dystinum, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið. EB/Streymur megnaði at standa ímóti ógvusliga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djurhuus mátti ta einu ferðina út í fulla longd, og leirvíkingar megnaðu ikki at fáa mál burturúr trunkaspælinum aftaná.

EB/Streymur gjørdi sostatt sína skyldu og fekk trý stig, og tað merkir, at teir enn eru trý stig frammanfyri TB, sum er beint aftanfyri. LÍF má nú av álvara ansa sær fyri niðurflyting, sum hóttir liðið, ið hevur verið nær við at flutt upp seinastu tvey árini.

Í løtuni stendur dysturin um uppflyting bara millum EB/Streym og TB. EB/Streymur hevur tó eina sera torføra skrá í teimum fimm dystunum, sum eftir eru at spæla, so enn kann alt broytast. Næsta vikuskiftið gongur leiðin so norður til Klaksvíkar, og KÍ er sera væl koyrandi í løtuni, so tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Enn er einki avgjørt viðvíkjandi, hvat uppflyting viðvíkur, men tað liðið, sum endar á øðrum plássi flytir neyvan upp, tí 1. deildar liðini eru ov sterk.


EB/Streymur-LÍF 2-1 (2-0)

1-0: Jákup Martin Joensen

2-0: Jákup Martin Joensen

2-1: Kaj Eli Olsen