til at minka um strongd og spenningar í gerandisdagnum, ella til støður har tú hevur tørv á at hava eitthvørt í hondini fyri at leiða tankarnar burtur frá onkrum, sum tú ikki vilt hugsa um. Nógv hevur verið [...] verið lisið um sokallaðu "Fidget Spinners", sum er eitt amboð ella ein leika, sum hildin verður millum fingrarnar, og skal eitast at hjálpa tær við at hugsavna teg um onkra uppgávu, ella í meðan tú lurtar eftir [...] -Vit hava ikki tosað um, hvørt hetta er eitt amboð ella ein leika. Vit hava ikki viðgjørt tað, tí tað er ikki nakað, sum vit hava merkt ein trupulleika av. Tað fara vit tó at gera, um tað tekur yvirhond
heldur hann, at tað sama er galdandi í dag sum tað var tá . Tað nyttar ikki bara at tosa um eina skipaða loysing, áðrenn tú finnur fram til, hvat orðið skipað merkir. Torleif Sigurðsson leggur annars stóran [...] gera, at ein røkkur á mál. -Tað er meira hetta, at tú hevur bæði bein á jørðini og arbeiðir miðvíst og skilagott. Tá fær tú eitt úrslit til endans fylgir tú hesi stevnu. Viðurkenningin av Føroyum, sum sjálvstøðug [...] eisini gera tær fullkomiliga greitt, at við teimum rættindum, tú fær, hevur tú eisini átikið tær nakrar skyldur. -Tað dugur tí ikki, tá tú hevur fingið rættindi, at man tá fer at royna at skulka sær undan
verður størsta verkætlan í Føroya søgu. Eg veit ikki, men 0 krónur eru neyvan nokk til nakað sum helst. Ja, tú fært neyvan ein verkfrøðing til yvirhøvur at hugsa um tunnilin fyri 0 krónur. Ístaðin hevur l [...] veljaralyfti, sum vilja nakað. Her er sanniliga stutt frá orð til handling. Lova Suðuroyartunnilin, men raðfesta Vestmannatunnil og vegagerð fyri 52 milliónir krónur til Múla. Um tiltikna Múlaskinkan visnar [...] visnar í einsemi í avtoftaðu bygdini og tí ikki vil fermentera, sigur søgan einki um, men nærliggjandi er tað at hugsa. Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin
Men hevur Jesus tá ikki gjørt vegin inn til lívið í Gudi so lættan, sum nakað? Hann hevur tikið alla okkara skuld á seg og veitt okkum fyrigeving syndanna og ævigt lív. Hann gevur okkum nú og allar dagar [...] náði, uttan at tilskriva sær sjálvum tað allarminsta. Og man tað ikki vera so, at tá nakað gerst bíligt, so heldur tú eisini uppat at geva tí gætur og virðismeta tað. Í Gamla Testamenti verður soleiðis [...] profetinum fekk tey einføldu boðini um at fara og tváa sær sjey ferðir í Jordan ánni, so skuldi hann verða grøddur. Tað var alt ov líkatil. Ólíka betri hevði tað verið, um profeturin kundi lagt aðrar størri
druknar tú í øllum hesum leiklutum. Hóast tú elskar tíni nærmastu og fegin við sýna teimum alla tína umsorgan, so hevur tú við árunum onkusvegna brúk fyri at slíta hetta mynstrið og gera nakað annað, sigur [...] tíðina. At bíða eftir at fáa tíð til tað, ið stendur tær nærmast og sum tú brennur fyri, er ikki til. Tú noyðist at taka tær tíð, um tú vil vera eydnusom. Tíbetur havi eg fingið møguleikan, og tað er takkað [...] og brosar skemtandi. Tað mest umráðandi er, hvussu tú setir litir saman og hvat tað merkir, sum tú vil hava fram í myndini, heldur enn at hugsa um søluvirðið. Endamálið er tað týdningarmesta, ikki hvat
virkisár sum prestur í fólkakirkjuni, segði Torbjørn Jacobsen. ? Eg veit ikki, um nakar hevði tímað at komið at lurta eftir mær, um eg var prestur, men eg kundi gott hugsa mær at verið prestur. Prestur [...] Jacobsen tosaði nógv um tað andaliga rúmið í einum menniskja, sum hann heldur hevur so nógv at siga. ? Tað hevur stóran týdning fyri eitt menniskja at hava eina andaliga dimensjón. Eg veit ikki, hvussu fólk [...] hvørjum øðrum frammanundan, var broytt. ? Tá ið tú bara kennir fólk gjøgnum fjølmiðlarnar, tá ið tey ofta eru frammi í sambandi við onkra orrustu, so fært tú eina fullkomiliga misvísandi mynd av fólkunum
sær um vikuskiftið, heldur ikki tann veika loga av málsligum tilviti, sum (um tað ikki er ov bjartskygt at ætla) helst anir í heysinum á teimum, ið hvussu er teir dagar, tá ið eldar gera minni um seg, [...] Tað var syndarligt at síggja. Hvat tá. Men fært tú ein kløkk, kanst tú meir enn so vænta tær ein hvøkk við. Og so var hesa ferð eisini. Ikki var seinasta glóðin kólnað í brunatoftini, so tóku yvirskriftir [...] gera nakað burtur úr hesum ófrættum, men so at siga lat roykin fara við grindini. Størri tíðindi hava fyrr vikið fyri bólti og poppi í føroyskum fjølmiðlum. Eftir vikuskiftið, og tíbetur, tað veit Guð,
Føroyum, tá tey koma . Tú er ikki longur býráðsformaður í Klaksvík, men landsstýrismaður fyri allar føroyingar, og tað krevur sín mann. Vís nú, at tú er tann stórpolittakari, tú metir teg sjálvan vera [...] veruliga inn fyri at vit skulu forfylgja øllum útlendingum, sum ikki eru føroyskir ríksiborgarar (um nakað eitir so, tí vit eru jú øll danir) at tey skulu av landinum, tá teirra arbeiðs- og uppihaldsloyvi [...] ein orðaskavaldur? Til andstøðuna Eg veit, at Tjóðveldisflokkurin hevði eina fulfíggjaða ætlan viðvíkjandi útlendingapolitikkinum - men lítið og einki er at hoyra um hesa ætlan. Hvat við at almennakungera
mønustingin fekst tú, tá tit, John Gaard og tú (kanska Ellingsgaard var við eisini) skiftu takið hjá Dudduni her í grannalagnum. Djarvur sum mikladalsmenn enn eru, stóð stigin nakað uttarlaga á trappusteininum [...] grannalagið má so halda fram í Jóhannisar anda ? onki at tosa um annað. Eg veit um eina gullnál, Jóhannis hevur fingið her á garðinum. Sum áður sagt, altíð djarvur, leyp hann í Skálá eftir at Beinir, sum var [...] egna lív. Sjálvur fekst tú eina lagnu, sum mangir aðrir føroyingar ? tíverri ? máttu ígjøgnum. Minnist tá vit sótu í kjallaranum, eg rópti teg inn at frætta frá læknatúrinum, tú hevði verið til niðri í
Finnbogi Ísakson umvegis Ritzau kunngjørdi, at hann ? um hann verður valdur á fólkating ?er tilreiðar at vísa á ein møguligan danskan forsætisráðharra, um hann tann vegin kann koma nærri málinum at gera Føroyar [...] sína áskoðan. So longu áðrenn nakar í Tjóðveldisflokkinum alment hevur sagt nakað, og longu áðrenn spurningurin, so vítt eg veit, hevur verið viðgjørdur í flokkinum, hevur fjóðri hvør tjóðveldisveljari av [...] at tað er rætt av einum fólkatingsumboði at vísa á ein danskan forsætismálaráðharra. ? Viðhvørt sært tú annars, at tað eru polikararnir, sum fyrst koma fram við sjónarmiðum. Og síðani taka veljararnir støðu