Tobbi vil verða prestur

? Eg havi øgiliga ofta angrað, at eg ikki fór at lesa til prest. Men enn er tíð til tað, og eg kann kanska brúka míni seinastu virkisár sum prestur í fólkakirkjuni, sigur Torbjørn Jacobsen, sum hóskvøldið var gestur á Bønarlinjuni hjá Lindini. Tobbi og Jenis tosaðu um Jesus, trúgv, lívið, vælferðarsamfelagið, Che Guevara og annað

Har vóru lívsins stóru evni á lofti. Hvat hevur tað andaliga rúmið í einum menniskja at týða, hvussu skapa vit myndir av fólki bygd á fordómar, hvat brúka vit lívið til, og hvat hevur kristindómurin at siga.
Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen prátaðu í hálvan fjórða tíma, tá ið teir hittust á Bønarlinjuni hjá Lindini hóskvøldið.
Annar av teimum var sum heima, tí Jenis er vanliga annar av vertunum í sendingini, men skiparin av Glyvrum, Torbjørn Jacobsen, var komin í nýtt selskap. Vanliga plaga hann og Jenis at hittast og práta í løgtinginum, men nú var pallurin settur í kristiliga útvarpinum Lindini.
Og í einum forum, har bæði Jenis og Tobbi fluttu seg nærri hvørjum øðrum, kom ein drúgv og friðarlig samtala burturúr.

Sigldi millum skerini
Torbjørn Jacobsen tosaði nógv um tað andaliga rúmið í einum menniskja, sum hann heldur hevur so nógv at siga.
? Tað hevur stóran týdning fyri eitt menniskja at hava eina andaliga dimensjón. Eg veit ikki, hvussu fólk kunnu liva uttan eina slíka. Og hetta skal vera ein dimensjón fylt av vón og gleðiboðskapinum, segði Torbjørn Jacobsen.
Seinni spurdi hann Jenis av Rana, hvussu hann sum lækni kundi greiða frá, hvat tað er, sum hendir innan í einum gudloysingi, men nakað greitt svar komu teir báðir ikki fram til.
Annars var tað Jenis, sum fyri tað mesta var í tí spyrjandi leiklutinum. Tobbi gav sær góðar stundir at svara, og stundum sigldi hann eitt sindur millum skerini við meira varnum svarum, enn spurningarnir løgdu upp til.

Fordómar skapa myndir
Torbjørn Jacobsen og Jenis av Rana tosaðu eisini um, hvussu tveir so ymiskir persónar sum teir vóru komnir at kenna hvønn annan sum starvsfelagar í løgtinginum, og hvussu myndin, sum teir høvdu havt av hvørjum øðrum frammanundan, var broytt.
? Tá ið tú bara kennir fólk gjøgnum fjølmiðlarnar, tá ið tey ofta eru frammi í sambandi við onkra orrustu, so fært tú eina fullkomiliga misvísandi mynd av fólkunum. Soleiðis hevði eg tað eisini við tær, Jenis. Áðrenn eg kom at kenna teg, helt eg teg vera ein einsporaðan, hjernavaskaðan fundamentalist.
? Men so hvørt, sum eg kom at kenna teg síðani 1998, so ert tú blivin ein heilt annar persónur í mínum eygum, og eg eri helst eisini blivin ein annar persónur í tínum eygum. Vit eru komnir at kenna nakrar heilt aðrar síður av tí foreinklaðu versiónini, sum vit kendu áðrenn, segði Torbjørn Jacobsen og ávaraði ímóti, at fólk komu til skjótar niðurstøður um onnur fólk, sum tey bara kenna gjøgnum miðlar, og sum tey kanska eisini hava fordómar ímóti.

Vil verða prestur
Torbjørn Jacobsen avdúkaði í sendingini, at hann hevur ein gamlan dreym um at blíva prestur, og at hesin dreymurin kanska verður til veruleika.
? Omma mín í Gøtu hevði eitt stórt ynski um, at eg fór at lesa teologi, og eg havi øgiliga ofta angrað, at eg ikki fór at lesa til prest. Eg havi eisini seinastu tíðina gingið við einum dreymi um at lesa teologi, og kanska kundi eg brúkt míni seinastu virkisár sum prestur í fólkakirkjuni, segði Torbjørn Jacobsen.
? Eg veit ikki, um nakar hevði tímað at komið at lurta eftir mær, um eg var prestur, men eg kundi gott hugsa mær at verið prestur.
Prestur ella ikki, so ferðaðist samtalan millum Tobba og Jenis víða, og tað slapst heldur ikki undan, at Che Guevara móti endanum av kvøldinum var umrøddur. Og Lindin kundi bjóða sín helst mest umtalaðu sending nakrantíð.