Hava tit gloymt Suðuroyartunnilin?

Larmandi tøgn. Hvør minnist ikki fólkafundin á Salt á sinni stutt fyri løgtingsvalið 2019?


Floksleiðararnir í núverandi samgongu yvirbjóðaðu hvønn annan. Suðuroyartunnilin fekk hægstu raðfesting og skuldi verða bjargingin fyri Suðuroynna.


Hvat søgdu teir?


Bárður á Steig Nielsen, sum gjørdist løgmaður, segði m.a. soleiðis:


”Vit skul u binda okkum til 2030. Tá er koyrandi suður. Tað er ein neyðugur liður fyri menningina av Suðuroynni, tí annars verður Suðuroyggin hektað av. Tunnilin, saman við arbeiðsplássunum, kann redda Suðuroynni.”


Jørgen Niclasen, ið gjørdist fíggjarmálaráðharri og landsstýrismaður í samferðslumálum, segði m.a. soleiðis:


”Vit eiga at binda okkum til, at koyrandi verður í allar, allar seinasta lagi 2030. Tað er neyðugt! Alt vil blíva betri, og tá er framtíðin fyri Suðuroynna tryggjað, sum tá vágafólk fingu undirsjóvartunnil.”


Síðani hevur ein larmandi tøgn valdað.


Hvat gjørdu teir?


Fíggjarlógin fyri 2022 talar fyri seg. 0 krónur eru settar av í 2022, 0 krónur settar av í 2023 og 0 krónur settar av í 2024. Suðuroyartunnilin verður størsta verkætlan í Føroya søgu. Eg veit ikki, men 0 krónur eru neyvan nokk til nakað sum helst. Ja, tú fært neyvan ein verkfrøðing til yvirhøvur at hugsa um tunnilin fyri 0 krónur.


Ístaðin hevur landsstýrið valt at fyrireika og prosjektera ein tunnil til Vestmannar. 5 milliónir krónur eru settar av í 2022, 15 mió í 2023 og 75 mió í 2024. Landsverk mælir staðiliga frá hesum.


Gerið so væl. Hatta eru veljaralyfti, sum vilja nakað. Her er sanniliga stutt frá orð til handling. Lova Suðuroyartunnilin, men raðfesta Vestmannatunnil og vegagerð fyri 52 milliónir krónur til Múla. Um tiltikna Múlaskinkan visnar í einsemi í avtoftaðu bygdini og tí ikki vil fermentera, sigur søgan einki um, men nærliggjandi er tað at hugsa.


Bjarni Hammer,

 

løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin