Fidget Spinner bannað í fleiri skúlastovum í USA

men í Føroyum tykist skúli og leiðsla ikki at taka trupulleikan í líka stórum álvara

Nógv hevur verið lisið um sokallaðu "Fidget Spinners", sum er eitt amboð ella ein leika, sum hildin verður millum fingrarnar, og skal eitast at hjálpa tær við at hugsavna teg um onkra uppgávu, ella í meðan tú lurtar eftir ella hyggur at onkrum ávísum.

 

 

Fidget Spinnarir eru so væl umtóktir, at fólk standa í kø fyri at sleppa at keypa teir. Les: Hendan vøran skrødd av hillunum. Tólið verður nýtt sum leika millum børnini, hóast tað upprunaliga varð ætlað børnum og vaksnum, sum hava trupulleikar við at hugsavna seg ella hava ADHD. Ætlanin við fidget spinnarinum varð sostatt, at hann skuldi nýtast til at minka um strongd og spenningar í gerandisdagnum, ella til støður har tú hevur tørv á at hava eitthvørt í hondini fyri at leiða tankarnar burtur frá onkrum, sum tú ikki vilt hugsa um. 

 


Nógv hevur verið skrivað í altjóða miðlunum um at lítla tólið, sum skal eitast at hjálpa friðleysum hondum, órógvar meir enn tað hjálpir í skúlastovuni, og tí eru fidget spinners bannað í fleiri skúlastovum í USA. 

 

 

Í Føroyum tykist skúli og leiðsla ikki at taka trupulleikan í líka stórum álvara. Varðaskúlastjórin á Skúlatrøð í Klaksvík, Leivur Vitalis, sigur, at á Skúlatrøð hevur evnið ikki verið viðgjørt, tí leikan og møguligi trupulleikin sum við fylgir, er alt so nýtt.

 

 

-Vit hava ikki tosað um, hvørt hetta er eitt amboð ella ein leika. Vit hava ikki viðgjørt tað, tí tað er ikki nakað, sum vit hava merkt ein trupulleika av. Tað fara vit tó at gera, um tað tekur yvirhond, sigur hann. 

 

Beinta Vang, fólkaskúlalærari á Skúlatrøð, sigur, at hon fer við figdet spinnarunum, sum hon fer við fartelefonini: tað skal í taskuna í tímanum.

 

 

-Eg biði næmingarnar leggja tað í skúlataskuna, somuleiðis sum eg hevði gjørt, um tey høvdu telefonina frammi, sigur hon.

 

 

-Hetta er ómetaliga væl umtókt millum børnini, og í fríkorterunum spæla, kappast og gera tey kynstur við hesum, sigur hon. 

 

 

Beinta Vang greiðir frá, at hon ongar royndir hevur við at nýta fidget spinnaran sum amboð til børn, ið hava órógv í kroppinum, hóast tólið upprunaliga varð útviklað til tað. Hetta tólið verður nýtt sum leika, og næstan allir næmingarnir hava eitt slíkt tól. Tað er ein stór dilla júst nú, greiðir hon frá. 

 

Hon veit tó um onkran starvsfelaga, sum hevur keypt ein fidget spinnara til onkran næming, sum kanska kundi havt tørv á tí, hóast hon ikki hevur gjørt tað sjálv.