hevur verið um í Havnini, og hevur tilsamans samlað eini 80 endurskin, ið nú eru í umfari. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur enn ikki stuðla átakinum, men stjórin, Sølvi Reinert Hansen, var glaður um tíðindini [...] - Alt ov nógv fólk brúka ikki endurskin, staðfesti Ronja W. Wardum. Hon hevur sett tveir kassar við endurskinum upp á Argjum, sum fólk kunnu nýta Leygardagin setti hon, við hjálp frá pápanum, tveir kassar
kunngjørd. Talan er um eina kanning, ið viðgerð misnýtsluna hjá ungum, ið ganga í 9. flokki. Sama kanning er gjørd í 35 evropiskum londum. Fyrsta spurnarumfar var í 1995, annað var í 1999 og seinasta [...] vertskapi. Ì einum spurningi vóru næmingarnir nevniliga bidnir um at meta um, hvussu nógvar cl av alkoholið teir drukku, seinast drukkið var, og av øllum londunum í kanningini fáa føroyingar í hesum spurninginum [...] allastaðni uttanum okkum hevur annars verið, at tað ikki er »cool« at roykja longur. Tað sæst bæði í sjónvarpinum, í filmum og aðrastaðis eisini. Men tað rínir ikki við føroyska ungdómin, sigur Pál Weihe. Hann
foreldur og onnur vaksin, sum ikki spenna børnini í trygdarbelti. Tað staðfestir løgreglan, nú hon rættiliga er farin í hernað ímóti bilførarum, sum ikki virða lógina um at brúka trygdarbelti. Higartil [...] kann vera um, at børn undir 15 ár vóru í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti. Men talan kann eisini vera um, at børn undir 135 sentimetrar ikki høvdu pútu at sita á. Tað er nevniliga ikki nóg mikið [...] koyrikortini, vit hava klipt, hava vit klipt hendan seinasta mánaðin, sigur løgreglan. Hon sigur, kortini, at í nógvum førum var støðan munand frægari aðru ferð ferðslan varð kannað. - Men okkara royndir siga
einstøk starvsfólk, alt eftir hvussu hon verður umsitin. Hon heitir tí á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at gera broytingar í lógini, so starvsfólk ikki verða uppsøgd við styttari freist. Hinvegin [...] vinnunevndin, at lógin um starvsmenn, sum er frá 1958, eigur at endurskoðast í síni heild. Bjarni Djurholm segði í løgtinginum mikudagin, at uppskot um at broyta galdandi lóg ikki verður lagt fyri løgtingið [...] leggja fram uppskot um at broyta starvsmannalógina, so 120-daga reglan í samband við sjúku verður tikin úr lógini. Sum er kann ein arbeiðsgevari siga einum stravsfólki úr starvi, um starvsfólkið hevur verið
hugvekjandi og skemtiliga framførslu. Hon tosaði um, í hvussu stóran mun starvsfólk á frítíðarskúlum/heimum hava ábyrgd ella samábyrgd fyri uppalingini av børnunum. Um hvussu vit við at skemaleggja alt taka [...] frá børnunum. Sum dømi nevndi hon, at eitt barn kemur inn og sigur: »Jeg vil gerne ud og skyde en krokodille«. So hyggja vit at skemanum og siga, nei, tað letur seg ikki gera nú, men týsdagin kl. 14.00 [...] læra vit tey, at tey ikki kunnu stóla uppá seg sjálvan. Emily Næs, pedagogur og Marte-Meo terapeutur, greiddu frá høvuðsprinsippunum aftan fyri Marte Meo arbeiðsháttin. Hetta var sera spennandi og annaðleiðis
Forsetin í ISBE, Peg Saragina, var næst á røðarapallinum og eitt tað fyrsta hon segði var, at hon var vorðin forelskað í Føroyum. - I'm so in love with this country, segði hon og gleddi seg til at uppliva [...] Tað var løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum setti 78th SIEC / ISBE International Conference uppi í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina ráðstevnu fyri handilsskúla lærarar kring allan knøttin, sum nú um dagarnar [...] útbúgving. Sambært løgmanni er Visjón 2015 ikki ólík í so máta, at politiski myndugleikin hevur sett sær nøkur felagsmál og síðani er farin at viðgera og kjakast um, hvussu vit røkka hesum málum. - Útbúgving
staðfesta, at veðrið ikki hevur spælt við, nú teir byrjaðu at binda tekjurnar saman mánadagin. Tað hevur regnað illa. Vit hava merkt nakað til tað alla vikuna, men nú var so galið, at tað ikki ber til at undirvísa [...] tekjuna, verður støðan betri, sigur Ólavur Thomsen. Enn veit hann ikki, hvussu leingi tað tekur, til tað er tætt aftur. – Um tað ikki er komið upp á pláss mánadagin, so mugu vit møguliga finna onnur fyribils [...] lidnan til tíðina, sum longu er um eitt ár. Vit kunnu nevna, at hiti og fýrrúmið var liðugt til tíðina. Innilokingin gongur eisini eftir ætlan, og er hiti á øllum bygningunum um miðjan november í ár. Byggileiðsla
megna teir ikki. Ofta kunnu vit kritisera landsins stýri fyri ikki at hava handlikraft, fyri ikki at klára at fáa sín politikk ígjøgnum. Men tað kunnu vit so ikki siga um sitandi samgongu, tí hon hevur hevur [...] 200 krónur um árið er fátækur. Er talan um tvey fólk, er talið 156.400 kr, um trý fólk 199.400 krónur og so framvegis. Í Føroyum hava vit tosað um hetta markið leingi. Politikarar í øllum flokkum hava [...] frá Samtaki um at áseta slíkt mark, men einki hendi. Sum vit áður hava víst á, so er tað ikki so løgið, at hetta mark ikki verður sett: Tað er heilt einfalt tí, at politikarar vilja ikki hava eitt
verða svaraðir í tinginum í dag. Hon spyr eitt nú, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningarskipanini, síðani løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku við meiri [...] trygging, hava ikki ynskt at tekna fulla trygging. Viðvíkjandi teimum eftirverandi 25 persónunum má hvørt einstakt mál kannast, fyri at gera av, um arbeiðsgevarin skal gjalda løn undir sjúku, ella um tey eru [...] hava eftir burturvísingina ikki annan møguleika, verða tey sjúk, enn at dúva uppá forsorgarhjálp. Og tað vildi eingin teirra. Dagpeningalógin varð broytt við tí endamáli, at hon skuldi gerast ein betri skipan
náðini hjá øðrum. Hesi eru ikki tey, sum søgan er skrivað um. Hetta eru tey navnleysu, sum skøldini hava ikki yrkt um, sum standmyndir eru ikki reistar av, sum vegir eru ikki uppkallaðir eftir. Hetta eru [...] Søgan um Petur Mohr Dam er tíverri ikki skrivað enn, so lítið er at finna um hansara lív og bakgrund. Tí eru vit takksom, at tit skopuningar við hesi standmynd, vilja virða hans minni. Tí tað var her á [...] til P. M. Dam á 65 ára degnum soleiðis um umhvørvið her í oynni, sum var honum til miklan íblástur í uppvøkstrinum: “Táið hann (P. M. Dam, red.) var ungur, var á Sandoynni ein rík og andlig veking: -