Tað var løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum setti 78th SIEC / ISBE International Conference uppi í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina ráðstevnu fyri handilsskúla lærarar kring allan knøttin, sum nú um dagarnar eru savnaðir í Føroyum.
Jòannes Eidesgaard samanbar ráðstevnuna í dag við Visjón 2015. Tí á ráðstevnuni í dag eru lærarar allastaðni frá savnaðir fyri at kjakast og tosa saman, við tí fyri eyga at fáa eina betri útbúgving. Sambært løgmanni er Visjón 2015 ikki ólík í so máta, at politiski myndugleikin hevur sett sær nøkur felagsmál og síðani er farin at viðgera og kjakast um, hvussu vit røkka hesum málum.
- Útbúgving er eisini ein av hornasteinunum í visjónunum, og tit eru vælafturkomin aftur í 2015 at síggja, hvussu tað nú hevur gingið hjá okkum, segði løgmaður millum annað í setanarrøðu síni.
Forelskað í Føroyum
Forsetin í ISBE, Peg Saragina, var næst á røðarapallinum og eitt tað fyrsta hon segði var, at hon var vorðin forelskað í Føroyum.
- I'm so in love with this country, segði hon og gleddi seg til at uppliva oyggjarnar næstu dagarnar. Umframt fimm fyrilestrar, workshops og aðrar fakligar avbjóðingar, skulu lærararnir sjálvandi eisini út at síggja Føroyar.
- Tað fakliga er eitt, men tit mugu ikki undirmeta týdningin av tí sosiala. Tí fari eg at heita á tykkum um at práta við fólk, so nógv sum gjørligt, tá vit eru á ymsu túrunum, tí tey bondini tit knýta her kunnu vísa seg at vera sera virðismikil, segði Peg Saragina, sum er forsetin í ISBE.
Aftan á fyrilestrarnar í dag, sum vóru tríggir í tali, skuldu luttakararnir ganga ein túr í býnum. Í morgin eru tveir fyrilestrar aftrat, og tað sum síðani er eftir at tí fakliga eru fleiri workshops og námsskeið. Annars skulu dagarnar her brúkast til at uppliva oyggjarnar. Luttakararnir fara avstað aftur aftan á ólavsøku.
Meiri um ráðstevnuna kemur í blaðnum í morgin, tá ein samrøða við forsetan í ISBE, Peg Saragina, verður við.