- Alt ov nógv fólk brúka ikki endurskin, staðfesti Ronja W. Wardum. Hon hevur tikið sakina í egnar hendur, og er farin undir eitt øðrvísi átak. Við hjálp frá pápanum hava tey smíðað og sett upp tveir kassar á Argjum. Sjálv hevur hon verið um í Havnini og spurt ymsar fyritøkur, um hesar vildu stuðla við endurskinum. Ætlanin er, at fólk, ið ganga oman ella niðan á Hamarin, skulu taka endurskin úr kassanum og leggja tað aftur í hin. Á hendan hátt vera sjónlig og trygg, meðan tey ganga á vegnum har.
Í fyrsta flokki vóru tær báðar, Ronja W. Wardum og Rutt R. Joensen, til eitt kunnandi tiltak hjá Ferðslutrygd. Tær viðgingu báðar, at ferðslutrygd tá gjørdist álvarsom fyri tær, og nú nýta tær altíð endurskin. Nú ganga báðar í sætta flokki í Sankta Frans skúla.
Kassarnir báðir vóru settir upp leygardagin, so hon visti ikki enn hvussu nógv høvdu nýtt møguleikan. Men tørvurin er óivað har, vegurin niðan á Hamaran er sera mjáður og hættisligur hesar dagar, nú bygt verður í omanfyri. Enn vóru ikki nógvar viðmerkingar komnar til hennara viðvíkjandi hesum, men hon visti at siga at grannin hjá henni helt, at tað var øgiliga gott.
Ger alt hon kann
Taka fólk væl ímóti hesum átaki, kundi hon funnið uppá at sett slíkar kassar upp aðra staðni, um tørvur er á tí, greiddi hon frá. Orsøkin til tveir kassar eru, er so endurskinini ikki vera brúkt upp. Men um fólk taka endurskinini og fara avstað við teimum, so vera eingi eftir - men hetta tók ikki mótið frá henni. Tí, um hetta var støðan, so merkti tað at fleiri og fleiri brúktu endurskin. Ráð eru fyri tí, hon játtaði seg til at fara eftir enn fleiri endurskinum, um kassarnir byrjað at tømast. At byrja við, vóru um 80 endurskin í kassunum báðum. Hon hevði verið um í bankum, tryggingarfeløgum og slíkum fyritøkum, og roynt spurt um stuðul.
Skúlagenturnar báðar vitjaðu Miðlahúsið eftir skúlatíð mánadagin, har Ronja Wardum greiddi frá hugskotinum og tí, ið hon hevði gjørt og hvussu. Síðan var farið út á Argir, har hon vísti fram snotiliga kassan. Bæði hon og vinkonan, Rutt Joensen vóru spentar uppá átakið, og hvussu tað man fara at vera móttikið.
Kjakið gekk dúgliga teirra millum, um at tað burdi verið ásett við lóg, at fólk skulu nýta endurskin – altíð. Sjálvt á Ólavsøku, tá fólk eru í føroyskum klæðum, átti endurskinið ikki at verið lagt eftir heima!
Gott at fólk taka ábyrgd
Stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Sølvi Reinert Hansen, gleddist stórliga um átakið hjá Ronju Wardum. – Tað er ordiliga gott at fólk taka ábyrgd, segði hann errin av henni. – Men kann ikki ganga og vænta at Ferðslutrygd, løgreglan ella onkur annar ger tað! Hóast einki av endurskinunum, ið Ronja hevur lagt í kassarnar, var frá Ferðslutrygd, duldi hann ikki yvir at tey heldur enn gjarna vildi stuðla henni við hesum.
Ráðið fyri Ferðslutrygd er um at flyta í nýggj høli, ið fara at gera tað lættari hjá flokkum og bólkum, at koma á vitjan. Sølvi Reinert Hansen vónar at hetta fer at vera við til at virka fyri, at enn fleiri kunnu vera tilvitað um Ferðslutrygd. Í verandi løtu koma bara 8. ella 9. flokkar fast á vitjan, men sjálvandi er ynskiligt at røkka øll.
Komandi tíðina eru ymisk spennandi átøk á vegis frá teimum, greiddi hann frá. Fyrst av øllum verða súkkluhjálmar givnir øllum børnum í 2. flokki. Hjálmarnir skuldu verið givnir í vár, men av onkrari orsøk lat hetta seg ikki gera, tí koma teir nú. Í vár verða hjálmar givnir teimum, ið eru í fyrsta flokki. Stutt síðan vóru endurskinsvestar lætnir børnum og dagstovnum kring alt landið.