12% hugsa um sjálvmorð

Triðingurin av teimum 15 ára gomlu í Føroyum roykja dagliga, alkoholnýtslan hjá sama aldursbólki er vaksandi og heili 12% av teimum siga seg hava roynt at gera sjálvmorð

Kl. 10 týsmorgunin varð ein stór evropisk kanning kunngjørd. Talan er um eina kanning, ið viðgerð misnýtsluna hjá ungum, ið ganga í 9. flokki. Sama kanning er gjørd í 35 evropiskum londum. Fyrsta spurnarumfar var í 1995, annað var í 1999 og seinasta spurnarumfar var í 2003. Øll úrslitini eru nú samanborin og útgivin í eini bók.
Við í seinasta spurnarumfarinum í føroysku kanningini vóru næmingar úr øllum skúlum í landinum. Tilsamans 659 føroyskir næmingar vóru við í kanningini.

Royking
Tá tað kemur til royking, liggur føroyski ungdómurin keðiliga ovarliga, samanborið við hini evropisku londini.
? Tað vísir seg, at 33,6% av okkara 15 ára gomlu dreingjum og 33,2% av gentunum, roykja fast hvønn dag. Hóast tølini ikki eru vaksin síðani 1999, so liggja tey á eini sera høgari legu, ávarar Pál Weihe, landslækni, sum hevur staðið fyri føroyska partinum av kanningini.
Heili 21% av 15 ára gomlu næmingunum siga, at tey royktu dagliga, longu tá tey vóru 13 ára gomul ella yngri, og nærum helvtin, heili 47%, sigur seg hava roykt onkuntíð seinastu 30 dagarnar, áðrenn tey fingu spurnarblaðið.
? Hetta er ein sera álvarsom staðfesting, sum vísir, at vit veruliga eru eftirbátur á roykingarøkinum. Hugsanin allastaðni uttanum okkum hevur annars verið, at tað ikki er »cool« at roykja longur. Tað sæst bæði í sjónvarpinum, í filmum og aðrastaðis eisini. Men tað rínir ikki við føroyska ungdómin, sigur Pál Weihe.
Hann sigur tað tí vera sera týdningarmikið, at vit sum skjótast fara at leggja okkum eftir at gera okkurt við roykitrupulleikan hjá teimum ungu.

Rúsdrekka
Pál Weihe vísir á, at hóast vit ikki eru í hægra endanum, tá um alkohol ræður, so eru nøgdirnar, ið tey ungu drekka, spakuliga vaksandi.
Har tað í 1999 vóru beint omanfyri 20% av teimum 15 ára gomlu, ið høvdu nýtt rúsdrekka 40 ferðir ella meiri, eru tey í dag beint omanfyri 30%.
Umleið ein triðingur av teimum 15 ára gomlu í dag hava sostatt nýtt rúsdrekka 40 ferðir ella oftari.
Danmark, sum liggur á fyrsta plássið, hevur væl hægri tøl. Har hevur helvtin av teimum 15 ára gomlu drukkið alkohol 40 ferðir ella meiri.
Ein fimtingur av ungu næmingunum siga seg hava verið full meiri enn 20 ferðir í lívinum. Hetta talið er eisini hækkað síðani 1999. Frá at vera beint undir 20%, er talið í dag komið væl upp um 20%.
Men hóast tað vísir seg, at føroysku næmingarnir ikki drekka so týtt, so bendir tað á, at teir drekka nógv, tá teir eru í vertskapi.
Ì einum spurningi vóru næmingarnir nevniliga bidnir um at meta um, hvussu nógvar cl av alkoholið teir drukku, seinast drukkið var, og av øllum londunum í kanningini fáa føroyingar í hesum spurninginum eitt fyrsta pláss. Føroyski ungdómurin drekkur sostatt mest alkohol í cl, tá drukkið verður.
Pál Weihe heldur, at vaksandi nøgdirnar av alkoholi eisini er nakað, sum vit eiga at hava eyguni við, hóast tølini ikki eru alarmerandi høg enn.

Onnur rúsevni
Kanningin staðfestir, at onnur rúsandi evni enn alkohol, ikki eru serliga vanlig ímillum føroyska ungdómin.
? Bæði tølini fyri hasj, marihuana og onnur rúsandi evni liggja sera langt niðri í Føroyum. Tað eru bert nøkur heilt fá, ið hava roynt hetta, men tað er alt annað enn vanligt, staðfestir Pál.
Hann sigur tó, at rapportirnar um, at hørð og ólóglig rúsevni eru vaksandi í Føroyum, absolutt eru eftirfarandi, tær eru bara ikki galdandi fyri tey ungu, 15 ára gomlu.
? Tað eru fleiri og fleiri sterk rúsevni í Føroyum, tað eru bara ikki tey blaðungu, ið nýta tey, sigur Pál.
1,4% av næmingunum søgdu seg hava roynt hasj seinastu 30 dagarnar.
Tá tað kemur til at sniffa, sigur Pál seg halda, at tað er ein ávísur móti í tí.
? Tað vísir seg sum, at tað er moderna at sniffa í eina tíð, síðani fellur tað burtur aftur, fyri síðani at koma aftur nakað seinni. Tað síggja vit eisini í tølunum. Í 1999 vóru tað 0,9% av 15 ára gomlu næmingunum, ið høvdu sniffað seinastu 30 dagarnar, meðan talið í 2003 var komið heilt upp á 1,9 %, greiðir Pál Weihe frá.
Hann minnir í sama viðfangi á, at tað ikki er heilt vandaleyst at sniffa, og at tað longu hevur kravt eitt ungt mannalív í Føroyum.

Sjálvmorðsskelkurin
Pál sigur, at ein partur av kanningini, veruliga sum kom sum ein skelkur. Tað er parturin, ið snýr seg um at gera skaða á seg sjálvan ella at royna at gera sjálvmorð.
? Hóast tað ikki merkist á innleggingum ella í kirkjugarðinum, so eru tað heili 35% av teimum 15 ára gomlu í Føroyum, ið hava hugsað um at gera skaða á seg sjálvan, og heili 12%, ið hava roynt at gera sjálvmorð. Hetta eru skelkandi tøl, sum vit eru noydd at taka í álvara, og finna útav, hvat tað er, sum tey ungu royna at siga okkum við hesum, sigur Pál Weihe.
Hann vísir á, at talið á sjálvmorðum í Føroyum, er millum tey lægstu í heiminum. Tí er tað løgið, at so nógv av teimum ungu hava roynt at gera sjálvmorð, uttan at tað merkist á sjúkrahústølunum.
? Tey ungu siga seg hava gjørt so stóran skaða á seg sjálvi, at tey meta tað sum sjálvmorðsroynd. Hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi, tí hini londini hava líknandi gongd. Men eg haldi tað vera týdningarmikið og áhugavert at fara til botns í hesum málinum, og kanna hvat hetta er fyri nakað. Hvat er tað, sum ungdómurin roynir at siga okkum við hesum. Hevur ungdómurin tað ikki gott í dag? Ella er tað okkurt annað, ið bagir, spyr Pál.

Fleiri kanningar
Yvirlæknin mælir tí til djúpri kanningar í hesum málinum. Bæði í sjálvdestruktivu tankunum og sjálvmorðsroyndunum, sum óiva munnu koma sum ein skulkur fyri tey flestu.
Eisini heldur Pál tað vera týdningarmikið, at okkurt verður gjørt við roykitrupulleikan, sum seinni kann vísa seg at gerast ein sera stórur heilsutrupulleiki.
? Kanningin kann nýtast í nógvum samanhangum, hon er góð, greið og eg meti hana at vera sera eftirfarandi. Kanningarúrslitini kunnu vera við til at birta undir kjakið og fáa eina viðgerð av málunum í gongd, eins og tey kunnu verða nýtt til skúaltilfar og størri uppgávur, sigur Pál Weihe at enda.