Jarvin Feilberg, formaður í Føroya Pedagogfelag og Jógvan Philbrow, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag og leiðari á frítíðarskúlanum í Fuglafirði løgdu fyri við eini áhugaverdari framløgu, har teir m.a. eftirlýstu børnini í visión 2015.
Margrethe Brun Hansen, cand. psych. hevði eina hugvekjandi og skemtiliga framførslu. Hon tosaði um, í hvussu stóran mun starvsfólk á frítíðarskúlum/heimum hava ábyrgd ella samábyrgd fyri uppalingini av børnunum. Um hvussu vit við at skemaleggja alt taka initiativið frá børnunum. Sum dømi nevndi hon, at eitt barn kemur inn og sigur: »Jeg vil gerne ud og skyde en krokodille«. So hyggja vit at skemanum og siga, nei, tað letur seg ikki gera nú, men týsdagin kl. 14.00 skulu vit út at »skjóta krokodillur«. At børn siga frá, tá tey eru mett, men at vit oftast siga »nei, et nú nakrar bitar afturat«. Við øðrum orðum læra vit tey, at tey ikki kunnu stóla uppá seg sjálvan.
Emily Næs, pedagogur og Marte-Meo terapeutur, greiddu frá høvuðsprinsippunum aftan fyri Marte Meo arbeiðsháttin. Hetta var sera spennandi og annaðleiðis arbeiðsháttur, har videoupptøkur er ein týðandi partur av arbeiðsháttinum.
Birk Christensen, ovasti leiðari fyri »Børns Vilkår« tosaði um, at ein góður dagur fyri eitt barn í aldrinum 6-9 ár er, tá barnabólkurin virkar uttan happing, ótryggleika og burturvísing, og har bæði pedagogar og foreldur stuðla uppaling til felagsskap.
Anna Louise Stevnhøj, journalistur og rithøvundur tosaði, um tá ið børn skeldast. At vit eiga vit at blanda okkum uppí, tá børn nýta ófantalig orð sum eitt nú »fuck you«, »idiot« og líknandi. At vit eiga at læra børnini at skeldast ordiligt. At tey skilja, hvussu tað rakar onnur, tá tey brúka ljót orð. Sera áhugavert og viðkomandi.
Synergi samskipaði dagin fyri leiðarar innan frítíðarskúlar í Føroyum.