121 fólk broytt viðurskifti í dagpeningaskipanini

Fyri flestu teirra, sum seinasta summar fingu boð um, at tey ikki longur eru fevnd av dagpeningaskipanini, er tað galdandi, at A-inntøkan er farin upp um tey vegleiðandi 25 prosentini, sum er ásett

FYRISPURNINGUR
Eftir, at dagpeningalógin varð broytt seinasta summar, vórðu nøkur fólk, sum hava verið í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini í styttri og longri tíðarskeið, burturvíst úr skipanini. Í blaðnum høvdu vit viðtal við fólk, listafólk og sjálvstøðug, sum kærdu sína neyð. Hesi hava eftir burturvísingina ikki annan møguleika, verða tey sjúk, enn at dúva uppá forsorgarhjálp. Og tað vildi eingin teirra. Dagpeningalógin varð broytt við tí endamáli, at hon skuldi gerast ein betri skipan fyri øll. Tí kom tað óvart á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, at nøkur fólk vórðu tveitt úr skipanini.
- Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at fólk skuldu detta úr skipanini. Heldur tvørturímóti. Endamálið var at gera eina betri skipan fyri øll. Eg eri sinnaður at broyta lógina beinanvegin, soleiðis, at hesi fólk koma í skipanina aftur, segði Sámal Petur í Grund í viðtali við Sosialin fyri tveimum vikum síðani.
Í hesum sambandi setti tingkvinnan Annita á Fríðriksmørk landsstýrismanninum nakrar skrivligar fyrispurningar, sum verða svaraðir í tinginum í dag. Hon spyr eitt nú, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningarskipanini, síðani løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku við meiri kom í gildi, og hvør orsøkin er til, at hesi eru koyrd úr skipanini. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at 121 persónar eru ikki longur fevndir av ásetingunum í kap. 7 í lógini, men at fleiri teirra tó eru fevndir av grein 2 sum vanligir lønmóttakarar. 109 persónar eru dotnir úr skipanini, tí hesi hava A-inntøku og lúka tí ikki treytirnar til ta sjálvbodnu tryggingina.
Sambært viðmerkingum til grein 15 um dagpening stendur, at ?fyri at kunna tekna sjálvbodna trygging krevst, at tryggingartakarin burturav ella í mestan mun er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hetta skal skiljast soleiðis, at hesin skal virka sum sjálvstøðugur í so stóran mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av, bert er at meta sum viðfáningur. Vegleiðandi kann sigast, at umleið 75 prosent av inntøkuni seinasta inntøkuárið skal stava frá sjálvstøðuga virkseminum fyri at tryggingartakarin kann tekna trygging.?
Fyri teir 109 persónarnar er A-inntøkan farin upp um tey vegleiðandi 25 prosentini, sum ásett eru í viðmerkingunum, og eru hesi koyrd úr dagpeningaskipanini, tí tey lúka ikki treytirnar longur. 12 persónar eru koyrdir úr, tí hesir onga inntøku hava.

Rætt til dagpengar
Tann kanska mest áhugaverdi spurningurin er, hvussu hesum fólkum, sum seinasta árið eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøka, um tey av eini og hvørjari orsøk gerast sjúk. Til hetta sigur landsstýrismaðurin, at 52 persónar eru beinleiðis fevndir av grein 2 og 3 í dagpeningalógini, tí teir eru løntakarar og hava ongan rætt til løn undir sjúku. Hetta merkir, at hesir hava rætt til dagpengar sambært dagpeningalógini. 33 persónar eru starvsmenn og hava tí rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum. Hesir persónar hava ikki rætt til útgjald úr dagpeningaskipanini, tí sambært grein 2, stk. 3 verður dagpeningur ikki veittur í tann mun viðkomandi sambært lóg, trygging ella sáttmála frá arbeiðsgevara ella øðrum hevur rætt til løn undir sjúku við meiri ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúku við meiri. 11 persónar, sum frammanundan høvdu hálva trygging, hava ikki ynskt at tekna fulla trygging. Viðvíkjandi teimum eftirverandi 25 persónunum má hvørt einstakt mál kannast, fyri at gera av, um arbeiðsgevarin skal gjalda løn undir sjúku, ella um tey eru fevnd av dagpeningalógini, herundir møguliga grein 3, stk. 2, nr. 2.
Tingkvinnan sóknast eisini eftir teimum reglum og kunngerðum, sum í lógini standa skula koma í gildi. Hetta arbeiðið er ikki gjørt enn. Landsstýrismaðurin er í ferð við at broyta dagpeningalógina, og í hesum sambandi er ætlanin at gera tær reglur og kunngerðir, sum dagpeningalógin ásetur. Hann roknar við, at hetta arbeiðið verður liðug miðskeiðis í ár.