120 daga reglan hvørvur

Løgtingið samtykti mikudagin eina áheitan á landsstýrið um at syrgja fyri, at starvmannalógin verður broytt, so120-daga reglan í samband við sjúku verður tikin av.

Bjarni Djurholm fer helst í næstu tingsetu at leggja fram uppskot um at broyta starvsmannalógina, so 120-daga reglan í samband við sjúku verður tikin úr lógini.

Sum er kann ein arbeiðsgevari siga einum stravsfólki úr starvi, um starvsfólkið hevur verið sjúkrameldað í 120 dagar í einum 12 mánaða skeiði. Uppsagnartíðin er í tílíkum førum bert ein mánaður, meðan hon í vanligum uppsagnarmálum er tríggjar til fýra manaðir.

Javnaðarflokkurin vil hava hesa regluna strikaða í lógini, og hesum tók alt løgtingið undir við, tá ið málið kom til aðru viðgerð hósdagin. Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at meira verður gjørt við at fyribyrgja, at fólk, sum gerast sjúk, verða uppsøgd, og at tey, sum verða uppsøgd orsakað av sjúku, fáa longri uppsagnartíð.


Endurskoða alla lógina

Vinnunevndin hjá løgtinginum viðgjørdi uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, og tað var ein samd nevnd, sum heitti á løgtingið um at samtykkja uppskotið. Vinnunevndin sigur í sínum viðmerkingum, at verandi skipan kann hava sera óhepnar avleiðingar fyri einstøk starvsfólk, alt eftir hvussu hon verður umsitin. Hon heitir tí á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at gera broytingar í lógini, so starvsfólk ikki verða uppsøgd við styttari freist.

Hinvegin kann tað hava við sær stórar trupulleikar fyri tey smáu arbeiðsplássini, um 120-daga reglan verður tikin av. Um heilt illa vil til, kann tað hava við sær, at smáar fyritøkur noyðast at gevast. Tí skal landsstýrið kanna, hvussu trupulleikin kann loysast á besta hátt.

Vinnunevndin heldur, at fleiri møguleikar eru fyri at betra um støðuna. Eitt nú kundi verið áhugavert at kanna møguleikarnar fyri eini sjúkutryggingarskipan, sum svarar til barsilstryggingarskipanina og arbeiðsloysistryggingina, heldur nevndin.

Í seinastu viðmerkingunum sigur vinnunevndin, at lógin um starvsmenn, sum er frá 1958, eigur at endurskoðast í síni heild.

Bjarni Djurholm segði í løgtinginum mikudagin, at uppskot um at broyta galdandi lóg ikki verður lagt fyri løgtingið í hesari tingsetuni, tí tíðarfreistin er ov stutt. Tískil kemur málið helst fyri løgtingið aftur aftaná ólavsøku.