áhugavert at løgmaður slær fast: 1. uppsøgnin var púrasta sum hon skuldi vera. 2. allir í landsstýrinum vóru samdir. 3. allir í andstøðuni vóru í roynd og veru samdir um hetta eisini. Tað vil við øðrum orðum siga [...] fara 40 milliónir út um teir fíggjarkarmar sum longu vóru lagdir fyri øki hjá undirritaða. Hetta er púra rætt og var lagt fram fyri samgongutinglimir, sum eitt ynski. Hetta er ikki nakað eindømi, vit hava [...] leysari luft, tá karmarnir fyri næsta ár ikki vóru lagdir uppá táverðandi tíðspunkt og helst ikki eru lagdir enn. Lygnin Løgmaður førir fram, at tá undirritaði ikki fekk hetta ígjøgnum í samgonguni, so leitaði
liðfelagar gera sær vónir um gull í kappingini í ár, mugu teir fáa í minsta lagi javnleik í kvøld. Tað mangla framvegis 14 dystir av donsku kappingini, og stigini eru mong eftir at spæla um, men tað verður torført [...] torført hjá FCK at vinna innaftur á Brøndby, um teir fara sjey stig aftur um í kvøld. Tveita ófriðarkroppar út Dystirnir millum Brøndby og FCK savna fólk sum eingir aðrir dystir í donsku kappingini, og øll [...] til dystin. Royndirnar eru ikki tær bestu, tá vaktarfólk hjá Brøndby hava roynt at hildið skil á FCK-viðhaldsfólkunum, og tí fer Brøndby fyri fyrstu ferð at samstarva við FCK um vaktarhaldið til stóra dystin
, enn hon var í tinginum mánadagin. Men tað er ein erlig søk! Vit hava øll loyvi at hava okkara meining. Hetta tykist Ingeborg Vinther ikki hava skilt. Hon segði mánadagin, at Óli Breckmann ikki kann loyva [...] kann siga, at Óli ikki royndi, Ingeborg. Fólkið vildi bara ikki keypa produktið hjá honum. Tað var ikki hansara skyld. Tey, sum starvaðust á Dagblaðnum siga, at fyritøkan eisini var sjáldsama illa rikin [...] rikin Og at arbeiðsdisiplinin var út av lagi vánalig. Men Óli kann ikki gera við, at hann ikki dugdi, og at evnini vóru so smá. Tí hvaðani skal ein maður, sum aldrin hevur arbeitt í fríari vinnu, fáa tær
fulla plátu. Men nú var tað dirvi bilaði. Hon vildi ikki ringja til Rudolf, ella rættari - hon tordi ikki, sigur hon. Tá var tað Jonhard Hammer kom aftur frá arbeiði, og hann sat ikki á boðunum og leyp í [...] kvøld. Pinkalítil trupulleiki Men tað var ein annar lítil trupulleiki. Orsøkin til at Poulina var í Havn var, at hon var við barn, og var farin um ásettu tíð. Hon býr annars á Skála, men hevði, orsakað [...] fríggjadag var inni og snaraði gekkahjólinum, ikki hevði eydnuna við sær, og tí var spenningurin, um hvør fyrst fekk fulla plátu, stórur. Og hygga síggj, var tað ein annar fjølmiðlamaður sum segði. Tað var Poulina
men tað ger hann ikki, og so busar hann út við einum nývali, sum kemur sera illa við allastaðni. Fyrningarfreistin í bankamálinum var útsett orsakað av fólkatingsvalinum og nú má hon helst útsetast einaferð [...] bróstið, at Edmund Joensen løgmaður hevur skrivað út nýval. Ikki tí, hann er óivað glaður fyri at valið kemur, men tað er tíðspunktið honum ikki dámar. ? Hatta er eitt sera óheppið tíðspunkt, sigur Niels [...] Vit skulu føra valstríð mitt í stilluviku. Men ikki nóg mikið við tí, sigur Niels Pauli Danielsen. Páskirnar eru ein hátíð sum flytir seg. Onkuntíð liggur hon í mars mánað, og onkuntíð í apríl. ? Tá íð nú
Men tíverri tykist ikki, sum um politikarar koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál, segði formaðurin í FA. Hon segði, at tað tykist, sum um politikarar bara hugsa um, hvussu alt kann [...] Vinther fegnaðist annars um samanahaldið ímillum fakfeløgini, táið ætlanin var at skarva av fólkapensjónini, av tí at tað manglaði pengar onkra aðrastaðni. Hon fegnaðist eisini um samanhaldið, táið ávísir [...] at vit enda í eini nýggjari kreppum um tað ikki verður stýrt við skili, segði Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni á aðalfundi í FA, sum er nú um vikuskiftið. Hon sigur annars, at aðalfundurin í ár er
Edmundi Joensen, og ikki minst, Óla Breckmann um, hvussu stóran skattalætta teir hava givið føroyingum, er nú gjørt til skammar. Tí tað, sum hevur týdning hjá vanliga føroyingum, er ikki, hvussu stórur, ella [...] Tað stóra fallið í keypiorkuni var frá 1991 til 1995, tá ið hon lækkaði um 20%. Síðani tá er keypiorkan kvinkað uppeftir aftur. Men kanningar, sum búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag [...] prístalsvøksturin ár um ár. Prísvøksturin fyri 1998 er mettur til 3%. Búskaparfrøðingurin hjá Føroya Arbeiðarafelag heldur ikki at tað er sannlíkt, at prísvøksturin verður minni í ár, enn hann var í fjør. Minka
Djurhuus var ein álitismaður, sum altíð sá eina æru í at Tvøroyrar Kommuna, sum hann hevði persónliga ábyrgd av, at hon var umsitin soleiðis, at virðing stóð um tað arbeiði, sum her var framt, og tað var tað [...] tilmálda tíðin var nú runnin út, og her og eins og hjá okkum øllum var nú farið um tað liðið, sum bert gongur ein vegin. Ove Djurhuus legði nú frá sær eftir eitt langt og innihaldsríkt lív. Mangan var tað meira [...] uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið tók tey tungu tøkini. Hetta var í tí tíðini, har lítið var av peningi,
Lógin metir ikki út frá menniskjansligum eginleikum, sigur Annfinnur V. Hansen, og heldur, at talan er um vánaligt politiskt handverk. Hvat hendir, um løgmaður fær misálitsváttan? Um so er, verður [...] Landsstýrið hevur ongar trupulleikar Um ein stjórn hevur trupulleikar, so kann hon útskriva val, eitt nú fyri at fáa politiska undirtøku fyri sínum arbeiði. Dømi um hetta er t.d. tá Nyrup Rasmussen útskrivaði [...] at fáa undirtøku fyri tí, sum stjórnin vildi fremja. Hetta er ikki støðan hjá Landsstýrinum í dag. Her er bert talan um løgmann, sum ikki hevur undirtøku í einum valfelag í Eysturoynni, sigur Annfinnur
ið rokkið var upp um Gøtueið, tann langi Gøtudalur, sum var so langur, at bara dalurin Jordan var longri? Einki annað var at meta saman við, enn tað sum var lært úr bíbilsøguni.. Ikki at tala um, tá ið [...] vit onnur forgeingiligu hava lyft og lætt og ikki havt orkuna at fari undir, men Hans hevur ikki latið seg vikað. Hann var vísur í síni søk, og legði ei í, um onkur ypti øksl ella smírdist Hann sat niðri [...] sælur. Eg hugsi um leiklutin, sum Hans hevði í Barbaru. Hetta var honum til miklan sóma og tign. Hugsi um Hans hevði búð aðrastaðni, og hevði havt høvi at verið meira á palli, smæddist hann ikki burtur ímillum