Tað er onkur sum heldur,at stýrisskipanarlógin er illa smíða, tá løgmaður av sínum eintingum leggur politiska arbeiðið lamið, bert tí at valfelag hansara ikki vildi stilla hann uppaftur til formansvalið í Sambandsflokkinum.
Tað heldur Annfinnur V. Hansen, advokatur, ikki vera rættvíst. Føroyska stýrisskipanarlógin er sama skipan, sum verður nýtt í Danmark og í Svøríki.
Hon kann nýtast á ymsan hátt, men tað er ikki vanligt aðrastaðni, at ein stjórnarleiðari útskrivar val, fyri at skapa sær politiska undirtøku í sínum flokki.
Óvanliga støðan hjá okkum er, at løgmaður hevur útskriva val, uttan at hava fingið misálistváttan.
Landsstýrið hevur ongar trupulleikar
Um ein stjórn hevur trupulleikar, so kann hon útskriva val, eitt nú fyri at fáa politiska undirtøku fyri sínum arbeiði. Dømi um hetta er t.d. tá Nyrup Rasmussen útskrivaði val, fyri at fáa undirtøku fyri tí, sum stjórnin vildi fremja.
Hetta er ikki støðan hjá Landsstýrinum í dag. Her er bert talan um løgmann, sum ikki hevur undirtøku í einum valfelag í Eysturoynni, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann heldur, at avleiðingin tí átti at verið, at løgmaður legði frá sær soleiðis, at Landsstýrið varð sitandi til næsta val.
Her er talan um eitt val í einum flokki, sum kanska er eini 20 pst. av samlaðu veljarafjøldini. Tað kemur ikki øllum veljararum við, hvønn person Sambandsflokkurin velur til formann.
Hetta er ein sera løgin støða, sum stýrisskipanarlógin verður nýtt til. Lógin metir ikki út frá menniskjansligum eginleikum, sigur Annfinnur V. Hansen, og heldur, at talan er um vánaligt politiskt handverk.
Hvat hendir, um løgmaður fær misálitsváttan?
Um so er, verður misálitisváttanin eisini sett fyri alt Landsstýrið. Støðan er so mikið meira løgin, tá Landsstýrið ikki stendur fyri at fáa misálitsváttan.
Edmund setir seg ovast í valstríðnum
Nú hevur løgmaður útskrivað val. Um hetta er 30. apríl ella 7. juli, er fyri sovítt líka mikið og hevur ongan týdning.
Eftir øllum metingum, so setir løgmaður sín persón ovast í valstríðnum, og ikki tann førda politikkin. Tað er hetta sum ger støðuna so ørkymlandi fyri einstaka veljaran.
Advokaturin heldur, at Edmundur Joensen kanska kann vinna innanhýsis í Sambandsflokkinum, men at flokkurin úteftir fer at tapa veljarar í hesum stríði um persónar.
Tað kann eisini hava aðrar óhepnar avleiðingar um Edmundur Joensen frameftir verður formaður í Sambandsflokkinum.
Eitt er, at hetta ikki fer at geva flokkinum nýggjar veljarar, hitt er, at hinir flokkarnir ikki fara at hava álit á Sambandsflokkinum í einum møguligum samstarvi eftir valið.
Torført at skifta
í valstríðnum
Kann hugast at ein strategi liggur aftanfyri avgerðina hjá løgmanni at útskriva val uppá sín persón?
Tað sýnist als ikki at vera nøkur samanbering í hesum. Um so er kundi hugsast, at strategiin er, at sambandsfólk ikki fara at skifta hest nú valstríðið er byrjað, hóast løgmaður brúkar alt samfelagið í royndini at varðveita sín sess, sigur Annfinnur V. Hansen.
Hann heldur, at hetta hevði verið í lagi,um talan bert var um formansvalið í flokkinum, men tá alt landið verður drigið inn í hetta málið, kann tað eisini ørkymla sambandsveljarar so nógv, at teir velja at varðveita Edmund Joensen í formanssessinum.
Tað er tó ikki sannlíkt at veljararnir góðtaka at alt samfelagið verður sett upp á spæl, fyri eitt internt stríð í Sambandsflokkinum.
Nú segði løgmaður, at hann ikki kendi seg føran fyri at fara í samráðingar við danir, tí hann ikki hevði politiska undirtøku? So kundi hann lagt frá sær, og latið Landsstýrið verið sitandi til nýtt val varð útskrivað, sigur Annfinnur V. Hansen, sum ásannar, at løgmaður sambært stýrisskipanarlógini hevði fullan rættin at útskriva val, men at hetta ikki hevur verið gjørt t.d. í Danmark og Svøríki, við somu grungeving sum tann hjá løgmanni. Formliga ber ikki til at gera lóg um, hvussu skilagott løgmaður skal bera seg at, sigur Annfinnur V. Hansen.
Politiskt sjálvmorð
Hann heldur ikki, at tað vanliga hevði verið sannlíkt, at nakar løgmaður fór at nýta stýrisskipanarlógina á henda hátt. Tað er eins og at fremja politiskt sjálvmorð, tí veljarin kann ikki avgera, hvør skal vera formaður í Sambandsflokkinum.
Annfinnur V. Hansen vísir á at eingin flokkur einsamallur kann skipa Landsstýri, og tí noyðist Sambandsflokkurin at boygga seg fyri reglum hjá øðrum, men at tað við útskrivingini av valinum ikki er tikið hædd fyri hesum í Sambandsflokkinum.
Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri landið?
Tað kann m.a. verða at Landsstýrið fær misálitsváttan, og so hevur tað ongar heimildir at samráðast. Tað kann eisini merkja, at tá valið er av, fer eingin at hava álit at samstarva við Sambandsflokkinum.
Um Edmund Joensen verður afturvaldur sum formaður í vikuskiftinum kann tað tí merkja, at Sambandsflokkurin sleppur at sita uttan fyri næstu fýra árini.
Verður hann ikki valdur, so kann tað órógva so nógv í flokknum, at nakrir limir í flokkinum vilja samstarva við aðrar flokkar, meðan aðrir ikki fara at halda, at teir megna tað.
Afturhald og nýhugsan
Hetta er afturvendandi stríðið um gamla hugsan og nýhugsan í flokkinum. Edmund Joensen setir alt upp á spæl við at siga, at um teir nýhugsandi í flokkinum vilja kollvelting, so stendur tað teimum frítt fyri. Tað plagar Sambandsflokkurin ikki at tora, og tað veit Edmund Joensen.
Tá samanum kemur, so hevur Edmund Joensen sjálvur gjørt av, at flokkurin noyðist at velja seg, men sum sagt: bert er tað margháttligt at seta alt landið upp á spæl í hesum innanhýsis leiki í Sambandsflokkinum, sigur Annfinnur V. Hansen