Løgmaður lýgur

Viðmerkingar til grein í Sosialinum 13. mars, dagin eftir ósigurin hjá Sambandsflokkinum

Blaðmaðurin Niclas Johannesen hevur í Sosialinum 13. mars eina samrøðu við Edmund Joensen løgmann, undir heitinum »Ein álitisváttan til meg sum løgmann«.

Í hesi samrøðu verða viðurskifti umkring uppsøgnina av undirritaða viðgjørd.

Fyrst er tað áhugavert at løgmaður slær fast:

1. uppsøgnin var púrasta sum hon skuldi vera.

2. allir í landsstýrinum vóru samdir.

3. allir í andstøðuni vóru í roynd og veru samdir um hetta eisini.

Tað vil við øðrum orðum siga, at eitt samt landsstýri og eitt samt løgting tóku undir við løgmanni í hesum máli (eisini Ivan, Suni og Jørgin).


Ynskini

Løgmaður sigur, at undirritaði ynskti at fara 40 milliónir út um teir fíggjarkarmar sum longu vóru lagdir fyri øki hjá undirritaða.

Hetta er púra rætt og var lagt fram fyri samgongutinglimir, sum eitt ynski.

Hetta er ikki nakað eindømi, vit hava síðani sæð, at uppskot eru løgd fyri tingið, sum viðføra útreislur útyvir teir karmar sum longu eru lagdir.

Tá sagt verður, at undirritaði ynskti at fara 100 milliónir útum karmin næsta ár, so er hetta tikið úr leysari luft, tá karmarnir fyri næsta ár ikki vóru lagdir uppá táverðandi tíðspunkt og helst ikki eru lagdir enn.


Lygnin

Løgmaður førir fram, at tá undirritaði ikki fekk hetta ígjøgnum í samgonguni, so leitaði undirritaði sær stuðul í andstøðuni.

Hetta er beinleiðis lygn - ikki tí, eg havi hoyrt hetta ført fram fyrr og stóð nakað líknandi í uppsøgnini.

Undirritaði sat sum landsstýrismaður Sjálvstýrisfloksins í samgongu, og arbeiði í landsstýrinum bleiv framt saman við samgongupolitikarum og ikki andstøðupolitikarum.

Áðrenn undirritaði fekk uppsøgn løgmans uppí hendurnar, hevði undirritaði skriftliga gjørt viðmerkingar til tíðindastubba í útvarpinum mánakvøldið 1. desembur, hvar sagt bleiv, at undirritaði fór at prøva andstøðuna um ikki samgongan vildi játta pening til undirsjóvartunnil.

Í hesum brævi, sum allir landsstýrismennirnir og løgmaður fingu, bleiv avsannað at undirritaði ætlaði sær at søkja stuðul hjá andstøðuni.

Ein influensa kann vera ring, men hon rættvísger ikki, at løgmaður við ósannindum roynir at rættvísgera klossuta atburð sín.