Óli dugir ikki

Tað er sjálvandi rætt, at Óli Breckmann er farin krúpandi frá einari almennari boppu til aðra, og at hann alt sítt vaksna lív er gøddur upp av skattakrónum.

Men hann hevur sanniliga roynt at vera vinnulívsmaður skrivar Sjúrður Skaale í Sjónarmið í dag

Í tinginum mánadagin kallaði Óli Breckmann Strandferðsluna fyri ein køst og eitt rottureiður.

Tí er einki nýtt í. Hann hatar alt sum er alment. Og umtalan av teimum, sum arbeiða innan tað almenna, hevur ofta verið munandi bersøgnari, enn hon var í tinginum mánadagin.

Men tað er ein erlig søk! Vit hava øll loyvi at hava okkara meining.

Hetta tykist Ingeborg Vinther ikki hava skilt. Hon segði mánadagin, at Óli Breckmann ikki kann loyva sær at sverta tey alment løntu, tí hann sjálvur er ? og altíð hevur verið ? alment løntur.

Ókey ? Ingeborg hevur sjálvandi rætt í, at Óli Breckmann aldrin hevur klárað seg í tí privata vinnulívinum. Tað skerst ikki burtur, at hann er farin akandi frá einari almennari rók til aðra; krúpandi í teirri almennu vøgguni, og er gøddur upp av skattakrónunum hjá vanliga skattgjaldaranum ? bæði føroyskum og donskum. Og tað er eisini eitt faktum, at hann helst er tann føroyingur, sum situr við teirri ? ella teimum! ? hægstu almennu lønunum yvirhøvur.

Tað er sjálvandi hetta sum ger, at Ingeborg Vinther heldur ósamsvar vera millum orð og gerð hjá manninum.

Tað er bara ikki rætt! Óli roynir alt tað hann kann at liva eftir sínum egnu prinsippum. Og hann hevur sanniliga roynt at klárað seg í teirri fríu vinnuni!


Treiskni á Dagblaðnum

Í síni tíð hevði hann t.d. leiðsluna av Dablaðnum undir hond. Tað var tá landið fleyt í pengum, og allar fyritøkur blómaðu. Kortini kom Óli so illa fyri, at hansara blað fór á heysin.

Men hann kýtti seg, og royndi aftur. Og stutt eftir fór tað aftur á heysin.

So breyt hann upp um armar og royndi enn eina ferð ? og so gav blaðið aftur upp ondina.

Tilsamans fýra ferðir mátti Dagblaðið ? liberalismunnar flaggskip ? leggja árarnar inn, tí tað ikki kláraði seg í fríari kapping móti teirri sosialistisku pressuni.

Men eingin kann siga, at Óli ikki royndi, Ingeborg. Fólkið vildi bara ikki keypa produktið hjá honum. Tað var ikki hansara skyld.

Tey, sum starvaðust á Dagblaðnum siga, at fyritøkan eisini var sjáldsama illa rikin

Og at arbeiðsdisiplinin var út av lagi vánalig. Men Óli kann ikki gera við, at hann ikki dugdi, og at evnini vóru so smá. Tí hvaðani skal ein maður, sum aldrin hevur arbeitt í fríari vinnu, fáa tær neyðugu royndirnar?

Kortini avgjørdi hann ? stutt fyri fólkatingsvalið ? enn einaferð at flota Dagblaðið á tí fría marknaðinum. Og nú er tað komið út fleiri vikur upp í slag!

Well ? tað er kanska ein lítil andsøgn, at hesin lítli, neyðarsligi píningurin av einum blað skal vera tað, sum umboðar tær stoltu fríu marknaðarkreftirnar.

Men út kemur tað. Og hóast Óli helst, sum hann plagar, má geva upp um nakrar vikur, so er tað hugurin og viljin vit skulu døma mannin eftir.

Og ambitiónirnar! Vit mugu ikki gloyma, at fáur privatur vinnulívsmaður er so ambitiøsur sum Óli Breckmann. Hvør minnist ikki tá hann var ráðgevi hjá føroyskum reiðarum í sambandi við tær stórslignu vinnulívsætlanirnar í sunnara parti av Afrika!

Eisini tað miseydnaðist. Endaði sum eitt stórt og pínligt flopp. Óli Breckmann dugdi ikki ? men hann royndi! Hann vil so gjarna kunna bretta bringu úr sær millum rættar vinnulívsmenn ? tað liggur bara so illa fyri. Tí er tað, at hann má lata tað almenna føða seg.

Og bæði Ingeborg og onnur mugu for Sørin virða henda mann, sum hóast evnini eru so smá, kortini altíð roynir at halda seg framat!


Gudiligur og hampuligur

Og so eru tað tey, sum halda, at Óli Breckmann er so fúlur í munninum, at tað ikki sømir seg einum almennum umboð.

Tað sosialistiska kórið ønskrar konstant um, at ein politikari ikki kann loyva sær at vanvirða, háða og niðurgera fólk á so grovan hátt, sum Óli Breckmann ger. Sjálvt dómarin fór einaferð uppí hetta kór, og skýrdi skrivingina hjá Óla Breckmann »óndsinnaða«.

Menn tann frælslynta røddin kempar ein harðan kamp. Ein kamp um lív og deyð. Kampin fyri liberalismuni og ímóti sosialismuni. Fyri tí privata og ímóti tí almenna.

Og í heitum dysti fella hvøss orð.

Tí er tað ikki meira enn natúrligt, at orðalagið er eitt sindur harðligt. Tað er ikki meira enn natúrligt, at Óli ofta bannar og blótar so tað spruttar frá.

Men hann vil ikki hava ringa ávirkan á nakran! Tendra ein bandupptakara ella eitt kamera ? so skalt tú síggja, at fúlheitirnar hvørva sum døgg fyri sól! Í somu løtu sum upptøkulampan lýsir reytt, er Óli Breckmann hampuligasti og ? ikki minst ? gudiligasti maður í landinum!

Hann kundi bara ikki vita, at útvarpið hevði tendrað ein bandupptakara í tinginum mánadagin.