ið mikla. Hettar er torfør uppgáva, tí í politikki sær sannleikin ofta ymiskt út frá einum politiskum flokki til annað. Slíkt orðaskvaldur, sum Mr. Vágfjall førir fram sum einasta sannleikan, tað eigur [...] beint nú er valdur til aðalstjórnarlim í tjóðveldisflokkinum, sigur seg vera sjelkaðan yvir, at vit ? hóast vit enn eru undir danadrotning ? hava talu- og skrivifrælsi, og tað uttan mun til, hvørjum starvi [...] hesum skrivihátti, um enn hann er partur av politiskum dugnaloysi. Vit fara vónandi til alla tíð at hava fullan rætt til fult skrivifrælsi og at siga okkara meining, tó ósamd við ein mann, hóast ? ella júst
fótbóltur Frammanundan hevur FCK keypt danska tjóðarvøllin, Parken, og sum navnið sipar til, so er tað eisini annað enn fótbóltur, sum er á skránni í felagnum. Stjóri felagsins, Flemming Østergaard, sigur [...] talan verður um einar 400 mió.kr., umframt at tað eisini er vanligt við einum eykagjaldi, tá keypari fær fullan avgerarætt í einum felag. Í kapping við Disneyland BT leggur tó dent á, at enn er einki avgjørt [...] Entertainment sum felagið veruliga eitur, hevur í fyrsta umfari ætlanir um at keypa 43% av partapeninginum frá Carsberg, sum hevur fráboðað, at teir ætla sær at selja sín part í hesum árinum. Harumframt er ætlanin
róðursfólkið verður bólka antin sum lættvektara ella tungvektarar. Fram til kappingina høvdu Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen vant í einum tvey-mannafari, meðan Sigrid Svartá hevði vant í eitt-mannafari. [...] sigast annað, enn at føroyingarnir stóðu seg frágera væl. Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen róðu báðar dagarnar, og vunnu tær sannførandi. Báðar róðrarnar vórðu tað heili sjey sekund niður til næstu [...] føroyingar leitað sær hjálp frá Vagn Nielsen, ið er høgt í metum millum róðrarfólki í Danmark. Allar fýra róðurskvinnurnar hava róð nógv í Føroyum, men í Danmark er talan um heilt annað slag av kappróðri, og
Mælt verður til at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi eftir somu linjum, sum ætlanin var í 1989. Tað sigur leiðslan í P/F Vágatunnlinum í tilmæli til aðalfundin, sum hildin var í seinastu viku [...] km. Samlaði kostnaðurin er mettur at verða 240 milliónir krónur. 200 milliónir til tunnil og hinar 40 milliónirnar fara til vegagerðina. Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum, sigur, at hendan [...] samráðingar um sáttmála kunnu byrja fyrst í komandi ári, og sjálvt arbeiðið í juni komandi ár. Arbeiðið bjóðast út Leiðslan í Vágatunlinum mælir til, at arbeiðið verður boðið út í Norðanlondum. Løgd verður
aftur eitt ár farið aftur um bak og enn er ongin ferðsluforðing gjørd. ? Eg vendi mær fyri einum álvum ári síðani til Landsverk og haðani fekk eg at vita, at ongin ferðsluforðing verður gjørd, tí kommunan [...] eina ferðsluforðing upp, sum skuldi avmarka ferðina til 30 kilometrar um tíman. Samstundis skuldi skelti setast upp, sum ásetti mest loyvdu ferð til 30 kilometrar um tíman. Bygdaráðið helt at hetta skuldi [...] gekk og onki hendi! Tá ið eitt ár varð farið, vendi eg mær aftur til bygdaráðið. Tá kom bygdaráðið á staðið, saman við løgregluni og einum umboði fyri Landsverk. ? Har tosað um, at klókast hevði verið at
upplagt í mun til flúgvingina, sum er til Grønlands nú. - Í mun til ferðafólkaætlanini er tað eisini okkara ynski, at vit samstarva meira um útbúgving av fólki til ferðavinnuna. 5. tilráðing frá Útnorðurráðnum: [...] Tilráðingarnar frá Útnorðurráðnum, og viðmerkingar frá fráfarna formanninum í ráðnum, Henrik Old: 1. tilráðing frá Útnorðurráðnum: Útnorðurráðið mælir til, at stjórnirnar í Íslandi, Føroyum, og Grønlandi [...] mun til ríkisrættarligu viðurskiftini. - Fáa vit eitt konsulát saman við Grønlandi í Reykjavík, verða vit eisini at vera nógv meiri sjónlig. 3. tilráðing frá Útnorðurráðnum: Útnorðurráðið mælir til, at
verður í kvøld frá klokkan 18 til klokkan 22 og leygarkvøldið frá klokkan 14 til klokkan 21. So hava tey ein tíma at gera klárt í til uppboðssøluna klokkan 22. Sunnudagin verður opið frá 15-19. [...] Tað er ætlanin við einum forvitnisligum tiltaki hjá Tvøroyrar Svimjifelag á Jóansøku í ár. Felagið hevur skipað fyri eini málningaframsýning í hølunum í miðbýnum, har Búðin helt til, beint yvirav Stat [...] seldir á uppboðssølu leygarkvøldið klokkan 22. Eru summir av málarunum ókendir, er uppboðshaldarin alt annað enn ókendur, tí tað verður ongin annar enn litríki løgtingsmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, sum skal fer
trimum londunum, og at hann búði í Sudan til 1996. Eygleiðarar halda kortini, at amerikanarar og bretar fara at velja Jemen sum tað fyrsta álopsmálið. Fyri einum góðum ári síðani doyðu 17 amerikanskir flotahermenn [...] at víðka kríggið ímóti altjóða yvirgangi. Blaðið, sum bar tíðindini sunnudagin, sigur seg hava tey frá vælvitandi keldum í Washington og London. - Tað gongst væl í løtuni, og tí ætla vit at halda fram, [...] at fyribils verður høvuðsdenturin lagdur á Afghanistan, men at kríggið har er bara ein partur av einum størri kríggi. - Tað eigur tí ikki at koma óvart á nakran, gera vit av at leypa á mál aðrastaðni,
lækni á sjúkrahúsinum í Dallas, kannaði dreingirnar fyri einum ári síðani. Hann sigur, at tá helt hann tað vera næstan ómøguligt at skilja teir frá hvør øðrum, men at seinni kanningar hava víst, at tað kortini [...] Amerikanskir læknar eru nú til reiðar at skilja tveir egyptiskar brøður, sum eru siamesiskir tvíburðar. Teir eru samanvaksnir oman á høvdinum. Læknarnir á einum sjúkrahúsi í Dallas halda seg hava góðar [...] góðar møguleikar at skilja teir báðar tvey ára gomlu dreingirnar frá hvør øðrum. Júst aldurin kann hava avgerandi týdning, tí sambært læknunum er tað lættari at skurðviðgera siamesiskar tvíburðar sum børn
Kommunan hevur tí heitt á EYA arkitektar um at gera uppskot til, hvussu møgulig ljósseting av brúnni kundi verið. Myndirnar vísa uppskot til ljósseting. Hetta er ikki enn eitt ítøkiligt, neyvt uppskot [...] i. Uppskotið hjá EYA arkitektum er ment í samstarvi við Sunda kommunu og út frá ymsum fortreytum. Ynskið er at koma fram til tignarliga loysn, at virða og arbeiða við umhvørvinum, bæði tí náttúrliga og [...] áðrenn avgerð verður tikin um smálutir í ljóssetingini, og áðrenn nakað kann setast í verk. Millum annað skulu fleiri myndugleikakrøv uppfyllast, tað veri seg friðingar-, ferðslu-, sjóferðslu- og møguliga