Uppboðssøla
? Vit ætla bæði at fáa pengar í kassan og at geva fólki eitt stuttligt upplivilsi.
Tað er ætlanin við einum forvitnisligum tiltaki hjá Tvøroyrar Svimjifelag á Jóansøku í ár.
Felagið hevur skipað fyri eini málningaframsýning í hølunum í miðbýnum, har Búðin helt til, beint yvirav Statoilstøðini.
Har hava bæði kend og ókend latið málningar inn og teir verða seldir á uppboðssølu leygarkvøldið klokkan 22.
Eru summir av málarunum ókendir, er uppboðshaldarin alt annað enn ókendur, tí tað verður ongin annar enn litríki løgtingsmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, sum skal fer at standa fyri uppboðssøluni.
Og tað átti at borga fyri eini stuttligari løtu. Viðrar, verður uppboðssølan uttandura.
Kendasti málarin á framsýningini er øssur Mohr. Men so eru tað eisini tey lokalu Palle Julsgart og Rannvá Mortensen, sum hava málað.
Men politikarar hava eisini latið málningar inn, so er tað nakar, sum vil hava ein Jóannes Eidesgaard, ein Hendrik Old, ein Johan Dahl ella ein Hergeir Nielsen á veggin í stovuni, er bara at møta upp á uppboðssøluni.
Onnur, sum hava málað, eru Arngerð Joensen, Terji Hentze, Terji Nielsen, Katrin Einarsson, Pól Olsen og Reidar Simonsen- men kanska koma onnur afturat.
Opið verður í kvøld frá klokkan 18 til klokkan 22 og leygarkvøldið frá klokkan 14 til klokkan 21. So hava tey ein tíma at gera klárt í til uppboðssøluna klokkan 22.
Sunnudagin verður opið frá 15-19.