Ferðsluforðing
Lopra: ? Eg veit ikki, hvørjum teir bíða eftir.Kanska skal ein vanlukka henda fyrst.
Hans Olaf Andersen í Lopra sparir ikki krútið, tá ið hann skal siga sína meining um bygdaráðið.
Hann er sera ónøgdur við ferðsluviðurskiftini í Lopra, sum hann heldur, at kommunan ger ov lítið við.
? Vegurin inn til tey fyrstu húsini er hampiliga breiður. Men beint við tey fyrstu húsinmi, smalkar vegurin brádliga og vegurin ígjøgnum bygdina er sum ein smalur bygdarvegur.
Hesar umstøður gera, at bilførarar koma ofta við ferð av tí breiða vegnum, inn á tann smala bygdarvegin.
Og har er tað, sum so nógva aðrastaðni, at garðar eru stoyptir oman á vegin.
? Sostatt er útsýnið sera vánaligt frá teimum innkoyringum, sum eru.
Harafturat ganga vegir bæði omanfyri bygdina og undir bygdini, so tey, sum ikki hava ørindi í sjálvari bygdini, hava tveir møguleikar at koyra uttanum øll húsini.
Hesar umstøður gjørdu, at hann fór at tosa við bygdaráðið um at fáa eina ferðsluforðing við tey fyrstu húsini í bygdini.
? Fyrst varð málið avvíst. Men so hendi tað, at tað var upp á eitt hangandi hár, at langabbasonurin ikki varð yvirkoyrdur, tí børn duga ikki so væl at ansa eftir bilunum.
? Tá vendi eg mær aftur til kommununa og tá varð eg biðin um at senda málið skrivliga og tað gjørdi eg, saman við umleið 10 øðrum.
Tann 12. august 2002, samtykti kommunan at seta eina ferðsluforðing upp, sum skuldi avmarka ferðina til 30 kilometrar um tíman. Samstundis skuldi skelti setast upp, sum ásetti mest loyvdu ferð til 30 kilometrar um tíman.
Bygdaráðið helt at hetta skuldi tálma ferðsluni, sum kemur inn í bygdina, eins og tað skuldi gjørt, at bilar, sum fara út bygdini, ikki fáa sett ferðina upp, fyrrenn teir eru komnir útum.
Men tíðin gekk og onki hendi!
Tá ið eitt ár varð farið, vendi eg mær aftur til bygdaráðið. Tá kom bygdaráðið á staðið, saman við løgregluni og einum umboði fyri Landsverk.
? Har tosað um, at klókast hevði verið at sett tvær ferðsluforðingar upp, tí tá ið farið varð undir arbeiðið, var meirkostnaðurin lítil og ongin av at gera tvær.
? Hetta kom so aftur fyri í býgdaráðnum tann 20. august í 2003.Men tá samtykti bygdaráðið, at ein ferðsluforðing afturat skuldi skuldi ikki gerast nú.
Men samstundis staðfesti bygdaráðið, at ferðsluforðingin, sum longu varð samtykt, skuldi gerast eftir summarfrítíðina.
Hans Olaf Andersen sigur, at nú er so aftur eitt ár farið aftur um bak og enn er ongin ferðsluforðing gjørd.
? Eg vendi mær fyri einum álvum ári síðani til Landsverk og haðani fekk eg at vita, at ongin ferðsluforðing verður gjørd, tí kommunan sigur, at hon hevur ikki ráð.
Hans Olaf Andersen hevur fingið at vita, ein ein slík ferðsluforðing kostar einar 15.000 krónur.
Hann sigur, at hann nú hevur hann enn einaferð afturat vent sær til bygdaráðið, so at ein ferðsluforðing kann setast upp, áðrenn ein vanlukka er hend.
Bilførarin ábyrgdina
Jacob Vestergaard er borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sum Lopra er í.
Og hann heldur ikki, at tað er rímiligt at geva kommununi skyldina, skuldi ein vanlukka hend.
? Tað er altíð bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, hvussu hann koyrir og ikki kommunan, staðfestir hann.
Men hinvegin er hann ikki ósamdur í, at kommunan eigur at gera viðurskiftini so trygg sum gjørligt og har heldur hann, at ein ferðsluforðing á bygdarvegnum í Lopra hevði ikki verið óhóskandi.
Sostatt hevur málið nú á triðja sinni verið fyri á bygdaráðsfundi. Og har var á triðja sinni samtykt at geva umrøddu ferðsluforðing.
Samstundis verður arbeitt við málinum at seta skelti upp, sum avmarka ferðina til 30 km/t, men í hesum sambandi skulu bæðu løgregla og Landsverk góðkenna tað, so tað tekur sína tíð.