George W. Bush, forseti og Tony Blair, forsætisráðharri hava sambært bretska blaðnum Sumday Times lagt ætlanir um at víðka kríggið ímóti altjóða yvirgangi. Blaðið, sum bar tíðindini sunnudagin, sigur seg hava tey frá vælvitandi keldum í Washington og London.
- Tað gongst væl í løtuni, og tí ætla vit at halda fram, sigur ein fregnartænastukelda við Sunday Times.
USA og Bretland hava fyrr sagt, at Somalia, Jemen og Sudan mugu roknast sum álopsmál í krígnum ímóti yvirganginum og serliga ímóti yvirgangskervinum hjá Osama bin Laden. Tað er alment kent, at bin Laden hevur nógvar stuðlar í teimum trimum londunum, og at hann búði í Sudan til 1996. Eygleiðarar halda kortini, at amerikanarar og bretar fara at velja Jemen sum tað fyrsta álopsmálið. Fyri einum góðum ári síðani doyðu 17 amerikanskir flotahermenn í einari sjálvmorðsatsókn at herskipinum "Cole", tá tað lá í Jemen.
Er fyrireikað
Sambært Sunday Times hava amerikanskir og bretskir njósnarar longu verið í teimum trimum londunum, har tei hava roynt at kanna, hvar Osama bin Landen og Al-Qaeda hava sínar støðir. Upplýsingarnar eru nú latnar hervaldinum.
Bretska blaðið sigur seg hava frætt, at fæst endi á krígnum í Afghanistan skjótt, er væl hugsandi, at álopini á hini trý londini verða sett í verk í januar.
Ein talsmaður hjá bretska verjumálaráðnum segði sunnudagin, at fyribils verður høvuðsdenturin lagdur á Afghanistan, men at kríggið har er bara ein partur av einum størri kríggi.
- Tað eigur tí ikki at koma óvart á nakran, gera vit av at leypa á mál aðrastaðni, segði talsmaðurin.