Ætla at skilja tvíburðar

Amerikanskir læknar eru nú til reiðar at skilja tveir egyptiskar brøður, sum eru siamesiskir tvíburðar. Teir eru samanvaksnir oman á høvdinum.

Læknarnir á einum sjúkrahúsi í Dallas halda seg hava góðar møguleikar at skilja teir báðar tvey ára gomlu dreingirnar frá hvør øðrum. Júst aldurin kann hava avgerandi týdning, tí sambært læknunum er tað lættari at skurðviðgera siamesiskar tvíburðar sum børn heldur enn sum vaksin.

Kenneth Sayler, sum er lækni á sjúkrahúsinum í Dallas, kannaði dreingirnar fyri einum ári síðani. Hann sigur, at tá helt hann tað vera næstan ómøguligt at skilja teir frá hvør øðrum, men at seinni kanningar hava víst, at tað kortini eigur at lata seg gera. Gongst eftir ætlan, verður skurðviðgerðin eina ferð í næsta mánað.