Birgir Mohr
Sandur
Sum ein sjálvuppgjørdur professari, hevur ein maður av Kirkjukletti suðuri í Vági, nevndur Kaj Vágfjall (fyrr Kaj Smith) skriva drúgvar greinar í bløðunum fyri tíðina, hvar hann við haturskendari skriving og gomlum briksli førir seg fram sum sannleikavitnið mikla.
Hettar er torfør uppgáva, tí í politikki sær sannleikin ofta ymiskt út frá einum politiskum flokki til annað. Slíkt orðaskvaldur, sum Mr. Vágfjall førir fram sum einasta sannleikan, tað eigur ikki aftursvar uppiborði, tað er frameftir, ein má hyggja.
Men tað hesin maðurin, sum einamest er kendur í fjølmiðlunum sum láturverji loysingarfloksins og beint nú er valdur til aðalstjórnarlim í tjóðveldisflokkinum, sigur seg vera sjelkaðan yvir, at vit ? hóast vit enn eru undir danadrotning ? hava talu- og skrivifrælsi, og tað uttan mun til, hvørjum starvi vit eru í, so má talast at. Fara fullveldis-Føroyar at skerja okkum hettar frælsið? Tað vóni eg ikki.
Væl vitandi, at fullveldisskútan stendur rimmarføst á landi eftir ta fjóru ella fimtu strandingina í minni enn trý ár, so má eg átala hesum skrivihátti, um enn hann er partur av politiskum dugnaloysi.
Vit fara vónandi til alla tíð at hava fullan rætt til fult skrivifrælsi og at siga okkara meining, tó ósamd við ein mann, hóast ? ella júst tí ? hann er hálvur dani sjálvur, eftir øllum at døma ber mótvilja móti Danmark og øllum donskum, uttan at hava nakað betri at seta ístaðin ? í løtuni í hvussu er. Men hann um tað.
Vit onnur hava upplivað og kenna heilt øðrvísi fyri Danmark, dønum og øllum øðrum fólkum ikki minst føroyingum.
Vónandi fáa hvørkin flokkar ella persónar vald til at skerja okkara talu- og skrivifrælsi. Í løtuni eiga teir so ongan miðil at nokta øðrum at skriva í. Hesir hava flestir verið bestir omanfyri hálvølin, og so man vera í hesum føri eisini.