Ætla ikki at brúka grønlendskar lesibøkur

Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar verið savnað í Føroyum, har ráðið hevur viðgjørt mál, ið viðkoma Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Eitt beinleiðis úrslit av fundunum hjá Útnorðurráðnum seinastu dagarnar eru fimm tilráðingar, ið ráðið hevur orðað, og sum ráðið heldur, at vit eiga at virka fyri.

Tilráðingarnar frá Útnorðurráðnum, og viðmerkingar frá fráfarna formanninum í ráðnum, Henrik Old:

1. tilráðing frá Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at stjórnirnar í Íslandi, Føroyum, og Grønlandi fara at viðgera møguleikarnar fyri at gera eina avtalu, um at víðka fríhandilsavtaluna sum Føroyar og Grønland hava gjørt (Hoyvíkssáttmálin) soleiðis, at henda avtalan eisini umfatar Grønland.
- Hetta er serliga eitt íslendskt ynski, men semja er um, at Grønland eigur at vera partur av eini slíkari avtalu. Spurningurin er so, hvussu hetta verður gjørt. Vit kunnu ikki bara kopiera Hoyvíkssáttmálan, men ein fríhandilsavtala landanna millum eigur at vera gjørd.
- Sum er, er millum lítið og onki virksemi og handil millum Føroyar og Grønland, so tað kann bara ganga ein veg, og tað er at meiri handil verður enn nú, men higartil hava grønlendingar ikki verið serliga áhugaðir í eini slíkari avtalu.

2. tilráðing frá Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi avtala sínamillum, at londini seta á stovn konsulátir í londunum hjá hvørjum øðrum. Heitt verður á londini um, at menna felags skrivstovuhentleikar í varðveitanini av konsulátunum.
- Verður til dømis eitt føroyskt-grønlendskt kontór sett á stovn í Reykjavík, fer tað at lætta um hjá øllum pørtum. Tað verður lættari at samskifta, vinnan fær lættari við at fáa kontaktir, og eisini verður lættari hjá fólkinum í mun til ríkisrættarligu viðurskiftini.
- Fáa vit eitt konsulát saman við Grønlandi í Reykjavík, verða vit eisini at vera nógv meiri sjónlig.

3. tilráðing frá Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at stjórnirnar í Íslandi, Føroyum, og Grønlandi økja og styrkja um samstarvið og kunningina í stríðnum móti royking. Heitt verður á londini um, at skipa fyri workshop ella eini ráðstevnu fyri heilsustarvsfólkið í útnorði hesum viðvíkjandi.
- Hetta er nú ikki tað nemmasta at fara í gongd við, men tað er ógvuliga týdningarmikið. Íslendingar hava gjørt eitt stórt arbeiði, um at arbeiða meiri bevíst á heilsuøkinum og tað ætla vit nú eisini at gera.
- Í einum fiskivinnusamfelag sum okkara verður roykt meiri enn aðrastaðni, og tí er tað týdningarmikið, at vit fara málrættað til verka. Serliga eru tað tey ungu, ið vit eiga at fara eftir soleiðis at tey ikki byrja, tí tað vísir seg ikki at vera so lætt at leggja av, tá tú fyrst ert byrjaður.

4. tilráðing frá Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið mælir til, at Føroya Landsstýri, Landsstýrið í Grønland og stjórnin í Íslandi, um at virka fyri eini felags ferðafólkaætlan fyri Útnorður sum øki. Ráðið mælir til, at henda ætlanin millum annað inniber tiltøk, sum skulu styrkja felagsmarknaðarførsluna av Útnorði sum ferðamannamál. Útnorðurráðið heitir somuleiðis á landsins stjórnir, um at virka fyri eini ætlan við øktum samstarvi fyri ferðafólkaútbúgving í Útnorði.
- Sum er síggjast vit ikki nóg væl sum einstøk lond, og tí eru ikki nóg nógv ferðafólk í londum okkara. Til dømis er tað ikki rætt, at Grønland, sum er nógva ferðir størri enn Føroyar, ikki hevur fleiri skrásett ferðafólk enn Føroyar. Men fara vit út og marknaðarføra okkum sum eitt felagsferðamannaøki, við Føroyum sum einum møguleika, Íslandi einum øðrum og Grønlandi sum einum triðja, so áttu vit at verði sjónskari enn vit eru nú, og fleiri ferðafólk høvdu komið henda vegin.
- Hetta er eisini serliga upplagt í mun til flúgvingina, sum er til Grønlands nú.
- Í mun til ferðafólkaætlanini er tað eisini okkara ynski, at vit samstarva meira um útbúgving av fólki til ferðavinnuna.

5. tilráðing frá Útnorðurráðnum:
Útnorðurráðið heitir á stjórnirnar í Íslandi, Føroyum, og Grønlandi um at fáa undirvísing í søgu, samfelagsviðurskiftum, mentan og máli hjá grannalondum í Útnorði, og gera tað til fastan part av undirvísingarætlanunum í fólkaskúlanum á ymsum og hóskandi floksstigum. Heitt verður á londini um at gera felagsundirvísingartilfar á øllum trimum málunum, fyri at tæna hesum endamáli.
- Her er týdningarmikið at fáa staðfest, at vit ikki ætla at brúka grønlendskar ella íslendskar lesibøkur, og at tað kemur aftrat sum lærugrein í skúlanum. Tað, sum vit halda er, at vanliga vitanin millum tey ungu um grannalondini ikki er nóg góð, og at vit eiga at vera meiri kunnaði um viðurskiftini í Grønlandi og Íslandi.
- Ein máti at fingið hetta inn í skúlarnar var, um vit høvdu Grønland ella Ísland sum evni í eini evnisviku í skúlunum, har søga, mentan og mál vóru viðgjørd, og vit vórðu kunnaði á tann hátt. Ætlanin er avgjørt ikki at grønlendskt og íslendskt skal koma aftrat hinum lærugreinum í skúlanum.
- Vit hava jú ávís felagsáhugamál við grannar okkara, til dømis veiða og nú kanska eisini ferðavinna. Og tá vit samstarva um hesi øki, so er tað nú ikki av vegnum, um vit vita eitt sindur um tey londini, vit samstarva við.