ovast á breddanum hjá Akstovuni sum mest seldi bilur í februarmánaði. Tá vóru seldir 27 nýggir Renault bilar. Nummar tvey á listanum var Toyota, sum seldi 25 nýggjar bilar, meðan Volksvagen var á triðja [...] Taka vit bilasøluna higartil í ár, so er Toyota mest seldi bilur. 55 nýggir Toyota bilar eru sledir í ár. Á øðrum plássi er Volksvagen og á triðja plássi er Renault. Tann 18. februar boðaði P/F Waag frá [...] bilasølu, sum verið hevur seinastu árini, tykist nú verða um at flata út. Sum vera man er eitt loft á, hvussu nógvir nýggir bilar kunnu seljast. Seinastu hagtølini frá Akstovuni eru fyri tveir teir fyrstu
Ein unglingi er fluttur á sjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp á Saltangará fyrr í kvøld. Nakað í 20.00 í kvøld rendu eitt prutl og ein bilur saman í Saltangará. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at [...] enn veit løgreglan ikki hví óhappið hendi, men løgreglufólk eru nú á staðnum og kanna málið. Unglingin, sum koyrdi prutlið, er fluttur á sjúkrahúsið, tí viðkomandi gramdi seg um pínu í lendunum og beinunum
eitt ferðsluóhapp á Eystara Ringvegi í Havnini. Ein bilur hevur rent á ein parkeraðan bil og síðani á ein lyktapela. Sambært løgregluni er lyktapelin kvettur av og stórur skaði er komin á báðar bilarnar. [...] Eftir øllum at døma er bilurin stolin av einum parkeringsplássi í Havnini fyrr í morgun. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at teir hava ávís spor at ganga eftir, í royndini at finna bilføraran.
einum ferðsluóhappi á Skipanesi. Óhappið hendi á stóra víkiplássinum á Skipaneskrossinum, har ein bilur rendi á. Í óhappinum reyk eitt av hjólunum av bilinum og lutir av bilinum lógu á landsvegnum. Men tað [...] tað fekk ikki bilføraran at steðga á, tí hann helt leiðina fram – á trimum hjólum, har neistarokið stóð frá. Men hann kom ikki langt, tí løgreglan steðgaði honum ímillum Skipaneskrossin og Gøtueiði, og
var í Suðurstreymoy í gjár, tá ein bilur rendi á ein annan bil um hálvgum trý tíðina. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Óhappið hendi, tá tveir bilar vóru á veg úr Kaldbaksbotni og inn í Koll [...] júst hvat orsøkin var til óhappið, men sambært vakthavandi rendi tann aftari bilurin inn í reyvina á tí frammanfyri. Eftir umstøðunum spældi alt tó væl av, tí eingin fekk skaða í óhappinum og báðir bilførarar
ferð út á Argir fyri løtu síðani. Av løgreglustøðini verður sagt, at orsøkin er eitt ferðsluóhapp. Tað er ein bilur, sum hevur verið fyri óhappi, og tvey fólk vóru í bilinum, sum var í ferðsluóhappi á Glyvursvegi [...] Glyvursvegi á Argjum. Óhappið hendi fyri løtu síðani. Ferðslan varð tarnað eina løtu, men nú er bilurin tikin av vegnum. Kvinnurnar, sum vóru í bilinum, vórðu sendar til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
bilførari ikki var nóg ansins hálkuni. Tað var ein bilur, sum kom koyrandi eftur Kaldbaksvegnum. Tað var hált og beint við Sundsverkið, misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór út av og endaði í grøvina í ovara [...] ovara borði. Bilurin fekk nakað av skaða, men tað bar ikki mætari á, enn at ein sjúkrabilur kom framvið í øðrum ørindum. Men hann steðgaði og portørarnir fingu kanna bilføraran og staðfest, at hann hevði
fráboðan um, at ein bilur varð rendur fastur á grót, sum varð rapað á Kaldbaksvegnum. Tað vísir seg síðani, at fleiri bilar fingu skaða av grótinum, sum lá og sløddist á vegnum. Vakthavandi á løgreglustøðini
var bilurin farin á rull aftureftir, oman gjøgnum Bringsnagøtu. Sambært politinum hevði bilførarin gloyt at hálað hondbremsuna upp. Tað var tó so heppið, at bilurin ikki rullaði oman á Áarvegin, har nógv [...] nógv ferðsla er. Hann rendi í staðin beint á dyrnar hjá Gullhorninum í Dandastovu. Hús og bilur fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.
frá olju sum var komin á vegin norðanfyri tunnilin til Hvalbiar. Um somu tíð sum henda fráboðanin kom, hendi eitt annað ferðsluóhapp, um ein kann siga tað so, á sama staði. Ein bilur kom koyrandi eftir vegnum [...] vegnum og rendi á ein seyð. Løgreglan í Havn upplýsir, at bilurin fekk lítlan skaða. Men seyðurin doyði altso av løstinum. - Vit kunnu tó siga, at oljan á vegnum hevði kortini einki at gera við hesa hendingina