Niðanfyri verður greitt frá olju sum var komin á vegin norðanfyri tunnilin til Hvalbiar.
Um somu tíð sum henda fráboðanin kom, hendi eitt annað ferðsluóhapp, um ein kann siga tað so, á sama staði.
Ein bilur kom koyrandi eftir vegnum og rendi á ein seyð.
Løgreglan í Havn upplýsir, at bilurin fekk lítlan skaða. Men seyðurin doyði altso av løstinum.
- Vit kunnu tó siga, at oljan á vegnum hevði kortini einki at gera við hesa hendingina, slær vakthavandi fast.
(savnsmynd)










