Eitt prutl og ein bilur í ferðsluóhappi

Ein unglingi er fluttur á sjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp á Saltangará fyrr í kvøld.

 

Ein unglingi er fluttur á sjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp á Saltangará fyrr í kvøld.

 

 

Nakað í 20.00 í kvøld rendu eitt prutl og ein bilur saman í Saltangará. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn veit løgreglan ikki hví óhappið hendi, men løgreglufólk eru nú á staðnum og kanna málið.



Unglingin, sum koyrdi prutlið, er fluttur á sjúkrahúsið, tí viðkomandi gramdi seg um pínu í lendunum og beinunum.