Ein bilførari, sum sunnukvøldið parkeraði bil sín í Bringsnagøtu í Havn, mundi gerast eitt sindur snópin, tá hann kom aftur eftir bilinum, tí tá var bilurin farin á rull aftureftir, oman gjøgnum Bringsnagøtu.
Sambært politinum hevði bilførarin gloyt at hálað hondbremsuna upp.
Tað var tó so heppið, at bilurin ikki rullaði oman á Áarvegin, har nógv ferðsla er. Hann rendi í staðin beint á dyrnar hjá Gullhorninum í Dandastovu.
Hús og bilur fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.