Misti tamarhaldið á bilinum í hálkuni

Aftur í nátt var eitt ferðsluóhapp, har ein bilførari ikki var nóg ansins hálkuni. Tað var ein bilur, sum kom koyrandi eftur Kaldbaksvegnum. Tað var hált og beint við Sundsverkið, misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór út av og endaði í grøvina í ovara borði.

 

Bilurin fekk nakað av skaða, men tað bar ikki mætari á, enn at ein sjúkrabilur kom framvið í øðrum ørindum. Men hann steðgaði og portørarnir fingu kanna bilføraran og staðfest, at hann hevði ikki tørv aðrari hjálp.