Beint eftir klokkan sjey í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Eystara Ringvegi í Havnini.
Ein bilur hevur rent á ein parkeraðan bil og síðani á ein lyktapela. Sambært løgregluni er lyktapelin kvettur av og stórur skaði er komin á báðar bilarnar.
Bilførarin er rýmdur av staðnum. Eftir øllum at døma er bilurin stolin av einum parkeringsplássi í Havnini fyrr í morgun. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at teir hava ávís spor at ganga eftir, í royndini at finna bilføraran.










