standa rætt á vøllinum í verjustøðu. - Hitt er so, at vit skulu betra tað, sum vit ikki hava verið so góðir til. Nevnliga at skora, tá vit fáa møguleikan. Vit hava í næstan øllum dystunum í hesi undankappingini [...] bleytt, og tí veit eg ikki rættiliga, hvussu hetta verður, tá vit hava vant nú í morgun, og tá Ísrael eisini skal venja í dag. Nú veit eg ikki, hvussu veðrið verður mikukvøldið, men verður talan so eisini [...] Ísrael tó tikið seg nógv fram. Somikið nógv, at liðið er í eini rættiliga sterkari støðu, um tað eydnast at vinna teir báðar dystirnar móti Føroyum. Jógvan Martin staðfestir eisini, at talan er um eitt sterkt
broytt fyrr enn í 1992, tá vit fingu skeinkiloyvi og einkarsølu við rúsdrekka í Føroyum, sum hevði verið bannað síðani 1908. Og so vóru tað tey samkyndu. Føroyskir politikarar vildu í mong ár ikki [...] ikki viðganga, at samkynd fólk vóru í Føroyum. – Hvar eru tey samkyndu? Eg kenni ongan samkyndan í Føroyum, segði ein løgtingsmaður á tingsins røðarapalli fyri ikki so nógvum árum síðani. Men nú hava [...] hava tingfólk vant seg við tankan um, at samkynd fólk eru í Føroyum, og at tey als ikki eru so vandamikil, sum fleiri tingfólk í áravís hava roynt at trúttað – og sjálvt um vit hava ein meiriluta á tingi
á Hotel Føroyum, uttan at hava sæð sjálvan bilin. Hann sóu tey ikki fyrr enn aftaná, at tey høvdu verið á hotellinum, tá bilarnir stóðu klárgjørdir í framsýningarhøllini hjá Auto Service. Í middegi stongdi [...] einum hatchback, stationcar og SUV. Nissan Design Europe í London hava designað bilin, ið verður framleiddur á verksmiðjuni hjá Nissan í Sunderland í Onglandi. Við Nissan Qashqai er stórur dentur lagdur á [...] hevur, hvørjum prísklassa hann er í, og hvørjar bilar hann skal kappast við á marknaðinum. Tey, sum høvdu hesar framløgur, høvdu sjálvi verið uttanlands og sett seg væl inn í bilin. Árni Rasmussen, stjóri
at vit seinast høvdu sirkus á vitjan her í Føroyum. Eitt danskt sirkus, nevnt Cirkus Arena, vitjaði her fyrstu ferð í 1985, og tey vendu aftur einar tvær ferðir. Í vikuskiftinum vitjaði Cirkus Sirkør klettarnar [...] framførslu í veldugu Laugardalshøllini í Reykjavík fyri stívliga 1.500 áskoðarum, og hesa sýning vóru tey ikki so glað um, tí tað var ov stórt og ópersónligt. Tískil valdu tey at gera framførlsurnar í Føroyum [...] aftur í høllina sunnudagin fyri at síggja framførsluna eina ferð aftrat. Hetta er eisini væl skiljandi, tí sviarnir vóru einastandandi, og í mun til so nógv onnur sirkus, har undirhald verður sett í hásæti
Karlakóri Reykjavíkur, skipaði fyri trimum jólakonsertum í Føroyum og trimum í íslendska høvuðsstaðnum. Og í fjør var sera væl vitjaðari rundferð í Danmark, Noregi og Svøríki, har kórið helt fleiri sera [...] sum er serstakliga dugnaligur urugleikari og sum í løtuni nemur sær útbúgving á tónleikaskúla í Danmark, hevur verið partur av Tórshavnar Manskóri í nøkur ár áðrenn hann flutti av landinum, og tað verður [...] verður hann aftur um vikuskiftið, tá hann miðskeiðis í konsertini fer at spæla eitt orgulverk. Tórshavnar Manskór er eitt rættiliga aktivt og væl umtókt kór. Kórið, sum nú er undir leiðslu av Jón Festirstein
Og onkur helt fyri, at saknur var í onkrum av teimum siðvandu jólaløgunum, sum tey plaga at spæla. Hornorkestur í Føroyum hava eina reyða bók við alskyns sálmaløgum í. Hon plagar at verða nýtt til nógv [...] føtt í Betlehem". Beinanvegin merktist jólahýrurin breiða seg, tá urga, orkestur og kór saman við áhoyrarunum byrjaði at spæla og syngja. Tað er onki at taka seg aftur í, at ljóðið og klangurin í Chri [...] røddirnar í kórunum báðum, sum gjørdu sítt til, at tað longu frá fyrsta tóna var lagt upp til eina avbera góða konsert. Fyrst á skránni vóru tveir Negro Spirituals, sum Suð og Hornorkestrið framførdu í felag
unnustu mína við, sigur Hiroshi Nakagawa, sum fór úr aftur Føroyum í farnu viku. (Mynd: Hiroshi var eisini ein túr við Strandferðsluni úti í Fugloy. Her er hann avmyndaður saman við einum av manningini [...] eftir jól. Tað hevur bæði verið kavaveður og ódnarveður. Men fyri Hiroshi, ið tekst við kunningarvísind í USA, hevur tað einki at siga. - Fyri meg merkti ódnarveðrið bara, at eg tók eyka nógvar myndir henda [...] ferðaskrá til rættis. Henda fevndi bæði um vitjan heima hjá Sámali, hjá landsmanni, hjá borgarstjóranum í Havn og kring landið. Hann ætlar nú at greiða frá hesum á alnótini. - Eg komi heilt vist aftur eina
brúkt í øðrum londum, serliga í Íslandi og Norra. Lina leggur afturat, at áhugin higartil hevur verið sera stórur, longu nú eru 250 av teimum 300 atgongumerkjunum latin. Í trý ár hevur Lina verið í læru [...] læru sum blómudekoratørur í blómuhandlinum Árstíðunum, har hon partvíst hevur gingið í skúla í Danmark, og í februar 2006 skal hon niður aftur at forsvara sína uppgávu, so hon vónar at undirtøkan verður góð [...] føroysk klæði og eitt sett frá Guðrun & Guðrun. Ókeypis atgongumerki fáast í blómuhandlinum Árstíðunum og í kioskini hjá Ingu í Sandavági. Til ber at ringja og bíleggja. Avmarkað nøgd.
airbrush í Føroyum, so Ragnar er í stóran mun sjálvlærdur. Hann hevur onkuntíð fyrr verið við á onkrari framsýning, men hetta er so fyrsta ferðin, at hann sýnir fram einsamallur. Framsýningin letur upp í Smiðjuni [...] Skírisdag verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá Ragnar Østerø letur upp framsýning. Framsýningin fevnir um 14 málningar, har motivini eru gamla Havnin, sluppir og fuglar. Ragnar nýtir eina [...] Smiðjuni í Lítluvík 28. mars klokkan 12, og er hon opin eina viku fram.
okkum væl í Føroyum. Vit eru fleksiblir og hava eina góða góðsku á okkara vøru. Føroyar eru ein lættur marknaður at hava við at gera. Tað er rættiliga lætt at koma fram í miðlinum. Eg var í Føroyum í tveir [...] hendan á Lufthavnsvej í Vamdrup tykist enntá minni enn hon í Føroyum. Tað er áhugin hjá Jesper Rungholm fyri at flúgva føroyingar, sum hevur fingið okkum at leita smærru vegirnir í Jútlandi fram á kortinum [...] spennandi marknaður. - Tað er ein øgiliga spennandi marknaður í Føroyum, sum tykist at vera lítið útnyttaður. Tað er jomfrúirligur marknaður í Føroyum, sigur Jesper Rungholm. Men DAT verður ikki sum hini. Tað