Tað byrjaði við, at nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit Nolsø úr Fólkaflokkinum, segði við Danmarks Radio, at hann vildi hava kjak um føroysku fosturtøkuna, um hvørt hon skuldi broytast ella ikki. Hann segði tó einki um, hvørt hon skuldi gerast strangari, sum sterkar konservativar kreftir í samgongu virka fyri, ella um hon skuldi gerast fríari, so sum næstan eingin í Løgtinginum torir at siga.
Á summum økjum eru føroyingar rættiliga konservativir – ella kanska tað er okkurt annað sum ger, at politikarar ikki tora at nerta ávís mál. Eitt slíkt mál er fosturtøkulógin, sum er ein gomul leivd fra fimmtiárunum. Annað er rúsdrekkalógin, sum var sera strong og ikki varð broytt fyrr enn í 1992, tá vit fingu skeinkiloyvi og einkarsølu við rúsdrekka í Føroyum, sum hevði verið bannað síðani 1908.
Og so vóru tað tey samkyndu. Føroyskir politikarar vildu í mong ár ikki viðganga, at samkynd fólk vóru í Føroyum.
– Hvar eru tey samkyndu? Eg kenni ongan samkyndan í Føroyum, segði ein løgtingsmaður á tingsins røðarapalli fyri ikki so nógvum árum síðani.
Men nú hava tingfólk vant seg við tankan um, at samkynd fólk eru í Føroyum, og at tey als ikki eru so vandamikil, sum fleiri tingfólk í áravís hava roynt at trúttað – og sjálvt um vit hava ein meiriluta á tingi, sum undan seinasta løgtingsvali segði seg vera ímóti øllum rættindum til samkynd – og sjálvt um fleiri tingmenn lovaðu, at hjúnarbandslógin skuldi rullast aftur, so hendi tað ikki. Og tað eru ikki politikarar uttan týdning, sum lovaðu tað, tað vóru menn, sum sita í hægstu sessum í samgonguni á tingi og í landsstýri.
Tað merkir helst, at teir eru við at venja seg við tankan um, at samkynd fólk eru sum onnur og eiga at hava rættindi sum onnur.
Á sama hátt verður kanska við fosturtøkulógini. Men her er so tann munur, at tað bara eru kvinnur sum gerast við barn. Tí halda menn ikki hetta hava so stóran týdning við at ráða yvir egnum kroppi – og mangan er talan um kvinnur í støðuni, ið ikki eru væl fyri at rópa upp um rættindi. Vóru menn við barn, so var fosturtøkulógin í Føroyum langtsíðani broytt. Men hvør veit, kanska ráðandi menninir venja seg við tankan um, at frælsari fosturtøkulóg eisini verður í Føroyum?