Øðrvísi brúðarframsýning

Framsýning av øðrvísi brúðarblómutyssum verður í Müllers pakkhúsi sunnudagin 13. november. Endamálið við framsýningini er m.a. at vísa á ein annan hátt at gera brúðarblómutyssir

Blómuhandilin Árstíðinar í Havn hevur eina heldur sjáldsama framsýning í
Müllers pakkhúsi av brúðarblómutyssum sunnudagin 13. november kl 15.

Tað er 21 ára gamla Lina Hansen úr Sandavági, ið verður liðug við sína útbúgving sum blómudekoratørur, ið leggur framsýningina til rættis. Lina verður liðug við sína útbúgving í komandi ári, og framsýningin er ein partur av hennara sveinastykki.

Endamálið hjá Linu við framsýningini og sveinastykkinum er at vísa á ein
annan hátt, hvussu brúðarblómutyssini eisini kunnu vera - ikki bert tað vanliga sum vit øll kenna. Fólk í Føroyum eru eitt sindur vanabundin, tá tað kemur til brúðarblómutyssir, men mítt endamál er at flyta mørk, og vísa á nýggjar møguleikar innan brúðarblómuprýði, sigur Lina. Hesi brúðarblómutyssini verða dýrari enn vanligt, men her fært tú nakað av handverki fyri pengarnar, og tú fært eitt brúðarblómutyssi sum bæði er design, og sum ikki øll hava.

Á framsýningini vísir Lina millum annað prýði, ið eru gjørd úr blómum, kúlir, armbond og blómuteppir, eins og tað ið prinssesa Mette Marit hevði, tá hon var gift. Tað verða 15 gentur, ið fara at ganga og vísa brúðarblómutyssini fram. Aftaná sýningina verður champagna og ábit, og høvi verður at svara spurnarblaði upp á hvat brúðarblómutyssi einum dámdi best og minni gott o.s.v.

Ørðvísi brúðarblómutyssir eru sera nógv brúkt í øðrum londum, serliga í
Íslandi og Norra. Lina leggur afturat, at áhugin higartil hevur verið sera stórur, longu nú eru 250 av teimum 300 atgongumerkjunum latin.

Í trý ár hevur Lina verið í læru sum blómudekoratørur í blómuhandlinum
Árstíðunum, har hon partvíst hevur gingið í skúla í Danmark, og í februar
2006 skal hon niður aftur at forsvara sína uppgávu, so hon vónar at
undirtøkan verður góð.

Av tí at eingin í Danmark kemur til Føroya at hyggja at framsýningini, má Lina taka nógvur myndir og greiða sera nágreiniliga frá øllum hon hevur gjørt og leggja upp aftur meira orku í, enn teir donsku næmingarnir. Tí ger Lina eina mappu við øllum blómuprýðunum, ið hon hevur gjørt, ið eftir sýningina fer at liggja í blómuhandlinum Árstíðunum í J.C. Svabosgøtu, og fólk eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at hyggja at henni.

Salong Tóta hevur gjørt hárið og Brúarlín hevur lænt teimum kjólar.
Eisini verða nakrir gamlir kjólar, føroysk klæði og eitt sett frá Guðrun & Guðrun.

Ókeypis atgongumerki fáast í blómuhandlinum Árstíðunum og í kioskini hjá Ingu í Sandavági. Til ber at ringja og bíleggja. Avmarkað nøgd.