Øðrvísa flogfelagið millum risarnar

Í Vamdrup í Jútlandi situr Jesper Rungholm og hugsar um, hvørt hansara flogfelag skal halda fram við at flúgva til Føroya. Fyritøka hansara er bygt upp frá ongum til at rúma 140 starvsfólkum, og fremsta eyðkenni er at vera tann lítli og øðrvísi Dávid í spælinum millum risarnar

Vamdrup: Føroyar hava eina støðu á heimskortinum, sum í mongum førum kann tykjast fjarskotin. Tað er ikki bara tað. Tað er eisini so forkolað keðiligt at flúgva til Føroya. Ì øllum førum er lendibreytin ov stutt, næstan eingin tímir at flúgva til Føroya og so er tað eisini óluksáliga dýrt hjá vanligum deyðiligum at sleppa teir 1.400 kilometrarnar til Danmarkar.
Tað tykist ikki vera minni fjarskotið at vera í Vamdrup. Tað er valla tey nógvu av tykkum við dagsins Sosiali í hondini, sum hava vitjað flogvøllin í Vamdrup. Vit eru á Kolding leiðini ikki so øgiliga langt frá Billund og Vejle. À einum vegi, sum tykist at føra djúpt inn í tað mest bóndaliga Jútland, sæst brádliga eitt skelti, har tað stendur "flyplads" skrivað á. Ikki tí. Vit í Føroyum eiga at vera tey síðstu at hyggja skeivt at smáum flogbreytum, men hendan á Lufthavnsvej í Vamdrup tykist enntá minni enn hon í Føroyum.
Tað er áhugin hjá Jesper Rungholm fyri at flúgva føroyingar, sum hevur fingið okkum at leita smærru vegirnir í Jútlandi fram á kortinum. Hann er stjóri, eigari og stovnari av Danish Air Transport ella DAT, ið tað verður rópt til dagligt.
Í bygningum, sum verða róptir fyri portacabins og minni um barakkir, húsast ein nútímans fyritøka. Tað er ikki til at trúgva uttanífrá, men í lágu bygningunum við flogbreytin, har eingin aktivitetur er í dag, men tað vanliga eru fleiri flogfør at síggja, er bæði tann tekniski umsitingin, bókhaldið og søludeildin hjá Danish Air Transport. Vit eru mitt í Jútlandi, og vit eru í einari ógvuliga sermerktari fyritøku. Ein, ið ikki er sum hini.

Á nógvum frontum
Søgan hjá Danish Air Transport er ikki nógv longri enn fimtan ár. Fyritøkan varð sett á stovn í 1989 og er tískil yngri enn Atlantic Airways. Tað vóru ikki nøkur glæsilig høli ella nakað glamour av fyrstan tíð. Skrivstovan var stovan hjá hjúnunum Jesper og Kristen(rópt Kisser ) Rungholm.
Vit sita við skrivaborðið hjá fryntliga stjóranum í Vamdrup. Hann kann prýða sítt skrivaraborð við einum heldur óvanligum irakiskum flaggi. Tað venda vit aftur til. Og óvanligt er tað so nógv, sum er, við DAT. Stjórin er útbúgvin pilotur - umframt at vera reklamufotograf - í danska flogvápninum. Hann var ikki heilt leysur av teimum tíggju tænastu árunum, ið ein flogskipari bindir seg til, tá DAT varð sett á stovn. Tað var ikki fyrr enn í 1991, at Jesper Rungholm fer at nýta alla sína orku upp á Danish Air Transport. Í dag er fyritøkan væl voksin. Eini 140 starvsfólk og selt verður fyri einari 250 milliónir krónur.
Og hvat gera tey so, hesi góðu fólkini hjá DAT?
Virkisøkini eru nógv. Alt frá vanligari rutuflúgving bæði í Danmark og í Noreg. Eisini verður flogið frakt bæði Ad hoc og við vanligum sáttmálum. Umframt at DAT fæst við leiga flogfør, selja útbúgvingar, leiga flogskiparar og ymiskt annað.
- Vit ganga beint ímóti rákinum í løtuni. Vit halda, at vit saktans kunnu vera dugnalig á øllum økjum, og vit eru við í øllum, ið vit meta fer at løna seg.
Jesper Rungholm býr sjálvur bert fáar hundrað metrar frá skrivstovuni í Vamdrup, og hann flýgur javnan sjálvur sum flogskipari. Tað hevur enn ikki verið neyðugt hjá DAT at fáa eina pengainnspræning, hóast nakrar rutur í Svøríki kostaðu DAT omanfyri tjúgu milliónir.
- Í løtuni gongur tað øgiliga væl, sigur Jesper Rungholm, sum ikki er serliga kendur í Danmark, men er kanska meira kendur í Noreg.

Flaggið hjá Saddam
Sum flestar aðrar fyritøkar hevur DAT eisini eina ætlan fyri menning, sum umfatar alt frá betri heilsu hjá starvsfólkunum til so ella so stóran vinning.
DAT leggur eina æru í at vera øðrvísi. Men kanska enn meira týdningarmikið er at vera øðrvísi.
- Vit dáma at síggja okkum sum Dávid - og hinir eru Goliat. Vit eru ikki sum hinir, og tað er eingin glamour yvir okkara virksemi, men fólk dáma at flúgva við okkum og dáma at arbeiða her, sigur Jesper Rungholm.
Eins og við Dávid, so hevur Danish Air Transport eisini rent seg á óndar kreftir.
"Gud er sera stórur", týðir Mustafa á kontórinum áskriftina á flagginum til. Flaggið hevur Jesper fingið til vega, tá hann í sambandi við Dakar Rally var í Sahara oyðimørkini. Har stóð eitt stórt Jumbo jet flogfar, líkt tí í filminum Air Force One. Um kvøldið fór Jesper og aðrir umborð við at taka nakrar plátur burtur undir flogfarinum. Umvegis eitt maskinrúm endaðu teir í tí reinum luksus. Teir vistu ikki, hvør átti flogfari, men ein rapport frá teimum seinastu pilotunum umborð gav eina ábending um, at flogfari var úr Irak og hevði staðið á staðnum síðani Flógvakríggið í 1991. Ein ovurstór mynd av Saddam Hussein avdúkaði síðani, at hetta var einki minni enn flogfari hjá sjálvum Saddam Hussein. Altso tann irakiska útgávan av Air Force One. Flaggið á skrivaraborðinum hjá Jesper Rungholm er tískil flaggið hjá sjálvum Saddam Hussein.
Søgan um flaggið hjá Saddam sigur rættiliga nógv um persónin Jesper Rungholm, siga tey, vit hava spurt. Og ikki heilt lítið um Danish Air Transport.
- Vit síggja ikki so nógv mørk. Vit eru øðrvísi, og vit tora at leita á nýggjar leiðir - eisini heilt fremmandir leiðir, sigur Jesper Rungholm, sum vísir á at teir leggja stóran dent á at skera kostnaðir alla tíðina.
- Og tað er avgjørt ikki ómøguligt, at vit fara at bjóða bíligari ferðaseðlar, har tú sjálvir skalt keypa tínar drykkivørur. Tað er spurningur, hvat fólk heldur vilja hava. Vit eru við at vera við upp á at vera alternativir, sigur Jesper Rungholm, sum blankt avvísir at skulu taka ferðafólk frá Atlantic Airways, men hann viðurkenna, at leikluturin hjá teimum, kann eisini broyta talið av fráferðum hjá kappingarneytanum.

Ein túr til Dobrovnik
Àhugin hjá Jesper Rungholmd og DAT fyri Føroyum skyldast ikki, at ein partur av leiðsluni er gift við føroyingum. Endamálið er rætt og slætt at vinna pengar. Tað er kanska eingin, sum dettur av stólinum av hesum, men áhugin fyri at flúgva til Føroya er ikki júst ovurhonds stórur. Tá Jesper Rungholm frætti um, at Maersk skuldi gevast at flúgva til Føroya sat og hugdi eftir, hvussu nakrar leiguferðir til Dubrovnik í Kroatia høvdu. Við propellflogførunum hevur DAT flogið ferðafólk til Kroatia, og eftirmetingarnar vóru øgiliga positivar. Hesir túrar tóku einar fýra tímar, og til stuttleikar hugdi Jesper Rungholm inn á telduna fyri at vita, hvussu langa tíð flogferðir úr Kastrup til Vágarnar taka. Við teirra propellflogførum tekur túrurin 3 tímar og 15 minuttir, og tá tað bar til í Dubrovnik, so ringdi Jesper til Trafikministeriet. Restina av søguna kenna vit øll.
Eins og øll onnur er Jesper Rungholm spentur at vita, hvussu føroyingar fara at taka ímóti. Hann heldur, at støðan á føroyska markaðinum er rættiliga sermerkt.
- Àðrenn deildu Atlantic og Maersk marknaðin, men nú hevur Atlantic voksið um útboðið, og nú koma vit á marknaðinum. Tískil verður tað brádliga kapasitetur fyri trý feløg. Tað sigur seg sjálvt, at skal tað bera til, so skulu fleiri ferðafólk til. Og tað vilja tað eisini koma. Marknaðurin er langt frá mettaður. Vit hava sæð tað aðrastaðni, at við at gera tað bíligari - í øllum førum tann eina vegin - fáa vit fólk í flogførini, sum annars ikki vildu verið farin avstað, sigur Jesper Rungholm.
- Við teirri røttu marknaðarføringini við fríari prísáseting er møguligt at fáa 200.000 ferðafólk at ferðast millum Føroyar og Danmark. Tað er tískil ríkiligt av plássi til okkum - og til Atlantic Airways.
Jesper Rungholm heldur ikki, at tað er so keðiligt við landsstýrinum sum eigara og myndugleika. Jesper Rungholm sigur seg, at hann metir landsstýrið hevur ein sunnan hugburð.
Men hvat hendir, um flogferðslumarknaðurin verður latin púra upp í Føroyum?
- Tað vildi verið gott fyri Føroyar, men eg veit ikki, hvussu tað hevði gingið hjá Atlantic. Haldi kortini Atlantic vildi fingið nógv burturúr, tí hvør hevur áhuga fyri at flúgva til Føroya - ikki serliga nógv, spyr og svarar Jesper Rungholm.

Ongantíð BA
Framtíðarlagnan hjá DAT er ikki bundin av, hvussu úrtøkan við Føroya flúgvingini verður. Jesper Rungholm sigur, at DAT hevur kastað 500.000 krónur
- Vit eru sannførdir um, at vit kunnu standa okkum væl í Føroyum. Vit eru fleksiblir og hava eina góða góðsku á okkara vøru. Føroyar eru ein lættur marknaður at hava við at gera. Tað er rættiliga lætt at koma fram í miðlinum. Eg var í Føroyum í tveir dagar, og tað eydnaðist mær - uttan nakra avtalu áðrenn - at koma í sjónvarp, útvarp og bæði stóri bløðunum. Tað duga vit, men hevði tað verið at fáa eitt samband við Lufthansa, so vildi tað ikki rigga, sigur Jesper Rungholm.
Ein og hvør, sum bert hevur fylgt eitt sindur við, kann kenna ein ávísan sannleika handan orðini hjá Jesper Rungholm. Orð frá Jesper Rungholm hava í stríðum streymi vitjað føroysk miðlar, og undirritaði kennir tað eitt sindur løgið at sita í Vamdrup.
Royndirnar higartil gera, at Jesper Rungholm trýr upp á, at Føroyar kunnu gerast ein ógvuliga spennandi marknaður.
- Tað er ein øgiliga spennandi marknaður í Føroyum, sum tykist at vera lítið útnyttaður. Tað er jomfrúirligur marknaður í Føroyum, sigur Jesper Rungholm.
Men DAT verður ikki sum hini. Tað eru ongar ætlanir um at gevast at flúgva við propellflogførum.
- Og keypa vit eitt størri, so verður tað í øllum førum ikki eitt sum British Aerospace flogførini hjá Atlantic Airways. Tað er ein farin tíð eftir okkara hugsan.
Vit fara heldur ikki at opna egið kontór ella líknandi. Vit skulu vera eitt alternativ, og vit eru alternativir, sigur Jesper Rungholm.
Fíggjarliga orkan er ikki til staðar at gera ein stóra íløgu í eitt jet flogfar, men tað er ikki ómøguligt - men vit eru øðrvísi.
Prísirnir hjá DAT skulu vera bíligari enn hjá Atlantic, sigur Jesper Rungholm. Men júst hvussu ein møguligur prísstrukturur fer at síggja í einari fastari rutuflúgving, veit Jesper ikki at siga okkum.
Tey framúr góðu tilboðini hava verið sokallaðar reverse flow flúgvingar, eitt nú til Danmarkar á jólum - og ikki øvugt.

Eftirmeting
Ì skrivandi stund er avgerðin ikki tikin um, hvørt DAT heldur fram við at flúgva til Føroya. Eitt er hvussu nógvir ferðaseðlar eru seldir, men tað verða eisini gjørdar kanningar millum kundarnir.
- Vísir tað seg, at kundarnir siga kortanei til at flúgva í tríggjar tímar, so er ikki so nógv hjá okkum at gera her, sigur Jesper Rungholm.
Føroya rutu flúgvingin er eitt gott dømi um, hvussu DAT virkar.
- Vit kunnu uttan at missa nakra æru siga, at vit ikki halda fram við at flúgva til Føroya. Vit sýna størsta varsemi, men vísir tað seg at fara at løna seg, so vildi vit eisini halda fram, sigur Jesper Rungholm.

---