Landsdystur
Undan venjingini, sum landsliðið hevði á Tórsvølli týsdagin, fingu vit orðið á hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen. Hann ivast ikki í, at talan framvegis er um trupla uppgávu, um enn hon er øðrvísi enn tann leygardagin. Men hann leggur dent á, at stórur partur av fyrireikingunum eisini snýr seg um vøllin.
- Standurin á vøllinum verður altavgerandi fyri okkara avrik. Undirlagið er øgiliga bleytt, og tí veit eg ikki rættiliga, hvussu hetta verður, tá vit hava vant nú í morgun, og tá Ísrael eisini skal venja í dag. Nú veit eg ikki, hvussu veðrið verður mikukvøldið, men verður talan so eisini um regn, so kann vøllurin væl gerast sera trupul at spæla á, heldur hann.
- Í aðrar mátar rokni eg við, at vit fáa ein truplan dyst, har tað serliga verða tveir faktorar, sum eru týdningarmiklir.
- Annar er, at vit halda fast um tað, sum vit hava verið góðir til. Altso at standa rætt á vøllinum í verjustøðu.
- Hitt er so, at vit skulu betra tað, sum vit ikki hava verið so góðir til. Nevnliga at skora, tá vit fáa møguleikan. Vit hava í næstan øllum dystunum í hesi undankappingini havt góðar møguleikar, men vit skora ikki, og so verða vit revsaðir.
Men er tað nakað, sum tú fært vant?
- Tá tú fært kjansin, so ræður um at vera eitt sindur kaldari og róligari, soleiðis at rætta avgerðin verður tikin.
Effektivir ísraelsmenn
Føroyar hava eina ferð áður spælt móti Ísrael, og tá gjørdist talan um 1-1 javnleik.
Sammett við liðið ta ferðina, hevur Ísrael tó tikið seg nógv fram. Somikið nógv, at liðið er í eini rættiliga sterkari støðu, um tað eydnast at vinna teir báðar dystirnar móti Føroyum.
Jógvan Martin staðfestir eisini, at talan er um eitt sterkt mótstøðulið.
- Vit hava sæð tríggjar dystir hjá teimum, og eg vildi mett teir at vera á sama sum Sveis og Írland. Kanska ikki heilt á støði við Frakland, men at teir liggja soleiðis fyri, sum teir gera, sigur eisini nakað um styrkina hjá teimum.
- Og so havi eg lagt til merkis, at teir hava verið ótrúliga effektivir í avgerandi løtunum. Spælið hevur kanska ikki verið so polerað, men fáa teir møguleikan, so taka teir av, so teir skulu ikki hava nógvar møguleikar, áðrenn teir avgera dystin, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.