Deyðsvirus: Eingin vandi fyri fólki í Evropa

- Amerikanski varianturin av hantavirus er sera vandamikil og skilir seg burturúr vanligum variantum av hantavirusi í Asia og Evropa

Heimsheilsustovnurin (WHO) hevur í dag úttalað seg um vandan við hanta-virus og sigur, at vandin hjá almenninginum framvegis er lítil.

 

Soleiðis roynir WHO at sissa evropearar, eftir at trý fólk lótu, sum høvdu verið við einum niðurlendskum ferðamannaskipi - helst av einum útbroti av hantavisur.

 

- Tað er eingin orsøk til stúran, ei heldur orsøki til ferðaavmarkingar, sigur stjórin hjá WHO í Evropa, Hans Henri P. Kluge.

 

Heimsheilsustovnurin upplýsti í gjár, at ein av teimum deyðu umborð á cruise-skipinum, Hondius, sum Oceanwide Expeditions rekur, var fongdur við hantavirus.

 

Hildið verður, at onnur, sum lótu lív, umframt tey fimm, sum hava sjúkueyðkenni, eisini eru smittað við hantavirus.

 

Sagt verður, at sjáldsama fyribrigdið við hantavirus kann elva til álvarsliga sjúku hjá menniskjum, fyrst við fepuri og magapínu og síðan við hjarta-, lungna og nýrasviki.

 

- Amerikanski varianturin av hantavirus er sera vandamikil og skilir seg burturúr vanligum variantum av hantavirusi í Asia og Evropa, sum eitt nú músapest.

 

Útlendskir miðar skriva í dag, at amerikanska hantaviruið fekk nógva umrøðu, eftir at kona sjónleikaran, Gene Hackmans, nevnd Betsy Arakawa, doyði av hantavirus í New Mexico í fjør.

 

Eina viku seinni doyði eisini maðurin heima av hjartasjúku.

 

Lesið eisini: Trý fólk við sama ferðamannaskipi lótu lív

 

https://www.in.fo/news-detail/try-folk-vid-ferdafolkaskipi-i-atlantarhavinum-lotu-liv