Øðrvísi ferðamaður vitjar á hávetri

Tað er ikki vanligt, at fremmand ferðafólk leggja leiðina til Føroyar á hávetri. Men fyri unga japanaran, Hiroshi Nakagawa hevur tað einki at siga.

- Eg las faktist um Føroyar gjøgnum tíðarritið National Geographic. Og nú hevði eg so sjálvur hug at vitja her og síggja alt við egnum eygum, greiðir Hiroshi frá.

Veðrið hevur eisini verið rættiliga ymiskt, síðani hann kom higar beint eftir jól. Tað hevur bæði verið kavaveður og ódnarveður.

Men fyri Hiroshi, ið tekst við kunningarvísind í USA, hevur tað einki at siga.

- Fyri meg merkti ódnarveðrið bara, at eg tók eyka nógvar myndir henda dagin, sigur hann við einum brosi.

Hann var heppin, og fekk samband við ferðavinnumannin, Sámal Bláhamar, sum legði honum eina áhugaverda ferðaskrá til rættis. Henda fevndi bæði um vitjan heima hjá Sámali, hjá landsmanni, hjá borgarstjóranum í Havn og kring landið. Hann ætlar nú at greiða frá hesum á alnótini.

- Eg komi heilt vist aftur eina aðru ferð. Og tá steðgi eg longri og taki unnustu mína við, sigur Hiroshi Nakagawa, sum fór úr aftur Føroyum í farnu viku.

(Mynd: Hiroshi var eisini ein túr við Strandferðsluni úti í Fugloy. Her er hann avmyndaður saman við einum av manningini, Mogensi Højsted)