Nú eru nøkur ár síðani, at vit seinast høvdu sirkus á vitjan her í Føroyum. Eitt danskt sirkus, nevnt Cirkus Arena, vitjaði her fyrstu ferð í 1985, og tey vendu aftur einar tvær ferðir.
Í vikuskiftinum vitjaði Cirkus Sirkør klettarnar, beint eftir at tey høvdu havt nakrar framførslur í Íslandi. Tvær sýningar vóru, meðan sviarnir vitjaðu her á landi, tann fyrra var leygarkvøldið og tann seinna sunnukvøldið. Báðar sýningarnar vóru í ítróttarhøllini á Hálsi.
Vildu ikki nýta alla høllina
Tá ið svenska sirkusið kom til Føroya, gjørdu tey fyrireikarunum greitt, at tey ikki vildu nýta allan høllina á Hálsi. Orsøkin var, at tey mettu høllina blíva ov stóra og kalda í verandi líki, og at tað fór at gerast lættari hjá teimum at fáa samband við áskoðararnar, um bert helvtin av høllini var nýtt.|
Sum áðurnevnt, so hevði Cirkus Sirkør verið í Íslandi, beint áðrenn tey komu til Føroya. Her høvdu tey havt framførslu í veldugu Laugardalshøllini í Reykjavík fyri stívliga 1.500 áskoðarum, og hesa sýning vóru tey ikki so glað um, tí tað var ov stórt og ópersónligt.
Tískil valdu tey at gera framførlsurnar í Føroyum so persónligar sum gjørligt við at minka um áskoðaratalið.
Bæði børn og vaksin vóru hugtikin
Ein av limunum í svenska sirkusinum hevði í Degi og Viku fríggjakvøldið sagt, at framførslan hjá teimum kanska ikki var so væl egnað fyri børnum langt undir skúlaaldur, men millum áskoðararnar á Hálsi leygarkvøldið vóru so undir øllum umstøðum fleiri børn í júst hesum aldri, og tey sóu so avgjørt ikki út til at keða seg. Tey sótu við stórum eygum og vóru púrasta bergtikin av avrikunum hjá svensku listafólkunum.
Tá ið vit undir vanligum umstøðum tosa um sirkus, so hava vit djór, klovnar og akrobatar í huga. Hetta var tó ikki júst tað, sum sviarnir borðreiddu við. Eingi djór vóru, og bert ein lítil partur av framførsluni var við klovnum. Hinvegin kann sigast, at øll framførslan sum heild hevði eina rúgvu av akrobatikki.
Pallurin var smíðaður soleiðis, at eitt klæði var eftir miðlinjuni í høllini, og á tekjuni var lagt út yvir ovast á tromini, so at ljós ikki slapp inn í høllina. Framførslurnar vóru so á sjálvum hallargólvinum, men eitt stálskapilsi við fýra beinum var eisini smíðað, og hetta skapilsi var fest saman heilt uppi undir hallarloftinum. Úr hesum hingu so eisini lampur eins og endar, sum sirkusfólkini nýttu.
Áskoðararnir sótu á áskoðarabeinkinum, og nøkur av børnunum sótu so á gólvinum beint framman fyri benkurnar.
Framførslan hjá svenska sirkusinum var ein samantvíning av ljóði, ljósi, rørslum og mimikki. At fáa alt hetta at hanga saman er ein ógvuliga trupul uppgáva, men ikki kann sigast annað, enn at tey umleið tíggju svensku sirkusfólkini megnaðu hetta til fulnar.
Serliga hugtakandi var havmyndin, har allurin pallurin fekk ein bláan lit, samstundis sum listafólkini ímyndaðu bæði djór í havinum, plantur á havbotninum og annað, ið rørist á havsins botni. Hetta var ein sera hugtakandi mynd, sum, hóast hon ikki var stuttlig, fekk børnini til at sita við stórum eygum og vera púrastani burtur í øðrum heimi.
At børnunum eisini dámdu væl, tá ið tann eini av sviunum fór upp á ein enda, sum var bundin millum tvey av stálbeinum einar tveir metrar oman fyri gólvið og var eini seks metrar til longdar. Sviin við langu flættuni í hárinum gekk so eftir endanum, legði seg niður á hann og mól eisini fleiri ferðir kring endan, meðan flættan flákraði í allar ættir.
Fleiri vóru til báðar sýningarnar
Sum áðurnevnt, so sóu eini 900 fólk framførslurnar hjá Cirkus Sirkør um vikuskiftið, eini 500 leygarkvøldið, tá útselt var, og eini 400 sunnudagin.
Millum teir mongu áskoðararnar leygarkvøldið vóru eisini fleiri av okkara heimligu sjónleikarum, og tað sást, at teimum dámdu sera væl framførslurnar hjá sínum svensku starvsfeløgum. Fleiri av teimum komu nevnliga niðan aftur í høllina sunnudagin fyri at síggja framførsluna eina ferð aftrat. Hetta er eisini væl skiljandi, tí sviarnir vóru einastandandi, og í mun til so nógv onnur sirkus, har undirhald verður sett í hásæti, so settu sviarnir tað listarliga avrikið í hásæti, men samstundis skuldi undirhaldið vera til staðar, og tað var tað so sanniliga eisini. Tey, sum høvdu ætlað sær í sirkus um vikuskiftið, men sum ikki fóru, kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at tey ikki komu til eitt tað mest forvitnisliga mentunartiltakið í høllini á Hálsi leingi.