hetta. Men vit vilja fegnir geva tykkum lut í teimum royndum vit hava havt og kunnu vit við hesum stuðuli til eitt granskingarprojekt hjálpa føroyingum og harvið eisini okkum sjálvum, so gera vit tað fegnir [...] oljuvinnu. -Hetta eru uppgávur, sum vit halda eiga at gerast, áðrenn tú fer undir eina oljuvinnu. Vit halda, at tað hevur bæði áhuga og nyttu fyri føroyingar og fyri eitt oljufelag sum SAGA, ið vónandi skal til [...] vísir tvørturímóti á tað positiva, sum kann koma burtur úr. Hann sigur eisini, at fyri at fáa hetta gjørt so breitt og seriøst sum gjørligt er ein stýringsbólkur settur, sum skal hava eftirlit við arbeiðinum
hugagóður forsætisráðharri, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár. Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini hevði tosað við Jóannes Eidesgaard [...] fyrsta umfari á Ríkisfund, men seinni á almenna vitjan, sum Landsstýrið hevur bjóðað Nyrup og konuni seinni í ár. - Á dagsskránni fyri fundin 6. januar, sum ikki er liðug enn, verður talan um breiða kunning [...] Nyrup í telefonini úr Keypmannahavn. - Vit fara fyrst og fremst at tosa um felags áhugamál, og um framtíðina, innan búskapligu og vinnuligu menningina. - Eg vil eisini fegin tosa um undirgrundarmálið við
tá hoyrdist ikki eitt graml. Vit meta okkum at verða í somu støðu sum teir, ella langt verri. Sum kunnugt, eru fiskimenn frá øðrum tjóðum, t.d. Noreg, Canada og Ísland, ið vit liggja og veiða saman við, [...] 4. Vit hoyra ikki útvarpið, men mugu gjalda fyri at áa 4 A4 síður um vikuna við teimum neyvastu tíðindunum. Eisini mugu vit gjalda fyri at fáa sjónvarpstíðindini á bandi, og tá eru tað tíðindi, sum vóru [...] síðani. Omaná alt hetta mugu vit gjalda fult útvarps- og sjónvarpsgjald heima. Vit kundu blivið við at ført ymiskar missir upp, sum t.d. ov lítið samband við familjuna og at vit liva í hægsta vandabólki o
viðmerking. -Men er tað ikki at meta sum ein degradering av tær og tínum arbeiði, tá tú nú verður settur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini? -Onga viðmerking. Og tá vit spyrja Árna Olafsson, um tað ikki [...] arbeiðinum sum 1. útbjóðing er eftir, sigur hann seg heldur onga viðmerking hava. Og sama er svarið, tá vit spyrja hann, um hann ikki megnar at vera formaður í Oljuráðleggingarnevndini um somu tíð sum hann er [...] , virdan og kvalifiseraðan formann, sum ikki bert hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum føroyingar men sum eisini er sera væl lýddur í umheiminum sigur keldan við blaðið. Árni Olafsson hevur verið
samráðingunum. Vit fara sjálvandi sum altíð at samráðast báði við ábyrgd fyri fiskimonnum og fyri arbeiðsplássunum, sigur formaður fiskimannafelagsins. Vit hava hava sjálvandi eisini áhuga í, at skip [...] hava reiðararnir. Men tá vera tað tær mekanismur, sum stýra samráðingum, sum verða galdandi, og fyrr ella seinni koma vit til eina semju. Semjast vit ikki í fyrstu syftu, kemur semingsstovnurin uppí. [...] skip eru, sum fiskimenn kunnu fara umborð. Eftir hesi aðalreglu hava vit samráðst eftir hvørja einastu ferð. Og tað hevur eisini hent seg, at fiskimannafelagið hevur góðtikið at lækka hýrurnar. M.a. lækkaðu
Hvat er fullgott og hvat er ikki. Skal ein døma eftir tí innihaldi sum er í brævinum til undirritaða, so eru tað tvey fyribrigdi, sum kunnu koma undir hetta heiti. Tað fyrra, tað er hjá einum landsstýrismanni [...] fullsamdur við løgmann um, at tað ikki er arbeiðsháttur, sum eigur at verða góðtikin, um ein landsstýrismaður fer út um samgonguna við málum, sum hann ikki fær gjøgnumført í samgonguni. Men tá undirritaði [...] landsstýrinum fyri síðan møguliga at fara yvir samgongufund, út til politisku flokkarnar til støðutakan. Vit, sum upplivdu at vera í løgtingssalinum undir fíggjarlógarviðgerðini, máttu standa model til, at løgmaður
Apopleksi er ein avleiðing av tøppi ella bløðing í heilanum, sum førir við sær ikki bara lammilsi í aðrari síðuni, men onnur brek, so sum mist evnir at vaska sær, lata seg úr og í, duga at fáa sær at [...] lesa, skriva, rokna, duga klokkuna, og nógv onnur brek, sum bert serkøn innan økið duga at síggja /viðgera. Afasi er ein avleiðing av apopleksi, sum førir við sær at tey, ið rakt eru, kunnu hava trupulleikar [...] læknar, sjúkrasystrar, ergo-fysioterapeutar og talulærarar), sum hava neyva vitan um apopleksia cerebri, og eru væl upplærd í »Bobaths prinsippum«, sum er venjing/røtt handfaran 24 tímar um døgnið. Í Danmark
fiskivinnuni stuðul - hesaferð sum skattligan frádrátt til sjófólkið. Vit hava ikki spurt samfelagsfrøðingin, um tað er rætt ella skeivt at geva sjófólkinum frægari sømdir, men vit vilja hava hann at greina [...] studning, sigur hann. Í áttatiárunum varð nógv studningur veittur - bæði sum rakstrarstudningur, manningarstudningur, men eisini sum beinleiðis íløgustudningur, við tað at landskassin kom inn og garanteraði [...] dupult so nógv burturúr, sum í Føroyum. Hetta sigur okkum eitt sindur um, at vit hava ov stóran kapasitet í føroyska flotanum. At veita sjófólkinum skattalætta virkar á sama hátt, sum stuðul til fiskivinnuna
mannarættindi pening - nógvan pening, so gott er við stuðli, sum fer óskerdur til arbeiði. ST samkoma Herferðin, sum fer í gongd 10 desember varar sum nevnt í eitt ár, men møguleiki er tó allatíðina at fylgja [...] um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim.« Hetta er ikki ein umbøn, men eitt lyfti um at eisini vit, hvør í sínum lagi, skulu tryggja mannarættindini. Hetta bindur okkum... Bøkurnar Tað eru um 50 [...] alheimsyvirlýsing ST, sum Amnesty hugsavnar seg um. Lutaseðlasøla Amnesty International fíggjar sítt arbeiði serliga við limagjaldi, men fleiri tiltøk fyri at fáa pening til vega er eisini, umframt at fólk
Í sambandi við frágreiðingina hjá Ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum, sum kom herfyri, hava vit tosa við Knud Heinesen um ymsik viðurskifti Eitt nú leggur frágreiðingin upp til, at føroyingar [...] føroyskum sjógvi, ella hvussu leingi rentan verður so lág,sum hon er nú. - Tí er vandin fyri búskaparligari afturgongd stórur. Tað skal eisini takast við, at almenna skuldin er ógvuliga stór. Í einhvørjum [...] fiskiflota, sum í stødd svarar til veiðumøguleikarnar. Triðja er at hava kappingarføran fiskiídnað, og ikki minst, at ein størri partur av veiðuni verður landað í Føroyum. - Tað krevur so eisini at rávøran