HEILAFELAGIÐ - felagið fyri apopleksi og afasi-rakt, vil hervið harðliga mótmæla, at deildin E3 á Landssjúkrahúsinum, einasta uppvenjingardeildin í landinum, við bert 9 seingjarplássum, nú er afturlatin vegna sparingar frá 28/11-97 til 5/1-98.
Umframt hesar sparingar, er uppvenjingardeildin eisini umgjørd til vanliga medisinska deild tveir mánaðir hvørt summar, av tí at med. deildirnar B6 og B7 lata aftur 1 mánað hvør, vegna sparingar.
Apopleksi er ein avleiðing av tøppi ella bløðing í heilanum, sum førir við sær ikki bara lammilsi í aðrari síðuni, men onnur brek, so sum mist evnir at vaska sær, lata seg úr og í, duga at fáa sær at eta, finna til hús aftur, mist evnir at lesa, skriva, rokna, duga klokkuna, og nógv onnur brek, sum bert serkøn innan økið duga at síggja /viðgera.
Afasi er ein avleiðing av apopleksi, sum førir við sær at tey, ið rakt eru, kunnu hava trupulleikar við at fata tað, ið sagt verður við tey, afturat at tey hava trupult við at tosa. Hetta ger samskiftið við onnur sera trupult, og tey føla seg ofta sera einslig.
Nøkur koma fyri seg aftur, meðan tey flestu kenna avleiðingarnar av hesum restina av lívinum, og tí skulu hava regluligar uppvenjingar so leingi tey liva. Tað er sera umráðandi, at tey, ið rakt verða, fáa bráða viðgerð á sjúkrahúsi av serútbúnum starvsfólki (t.v.s. læknar, sjúkrasystrar, ergo-fysioterapeutar og talulærarar), sum hava neyva vitan um apopleksia cerebri, og eru væl upplærd í »Bobaths prinsippum«, sum er venjing/røtt handfaran 24 tímar um døgnið.
Í Danmark verður mett, at umleið 7. hvør dani verður raktur, roknað verður við at títtleikin er nakað tann sami í Føroyum.
Royndir í Danmark hava víst, at miðsavnan av hesum sjúklingum á deildir við serútbúnum starvsfólki, hevur minkað munandi um deyðiligheitina og fylgjurnar eftir apopleksi. Tøl frá Vejle sjúkrahúsi vísa, at tað eftir bert einum ári vóru heili 38% fleiri, ið yvirlivdu eftir at tey vóru miðsavnað á eina deild við serútbúnum starvsfólkum.
Tað skal ikki nógv hugflog til at rokna út, at 9 seingjarpláss 9 mánaðir um árið ikki kunnu nøkta tørvin, tí er avleiðingin av afturlatingunum at nógv fleiri av teimum, ið rakt verða, ongan møguleika hava at koma til uppvenjingar!!! Hetta vilja vit als ikki finna okkum í!!!
Tað at deildin nú letur aftur meira enn ein mánaða, ber í sær, at sjúklingar eru sendir heim mitt í viðgerðini, hettak ann geva varandi afturstig, og harav verður teirra lívsvirði munandi skert. Teir sjúklingar, ið ikki eru útskrivaðir, eru fluttir á einastu medisinsku deildina, ið hevur opið og sum als ikki er normerað til uppvenjing, harafturat er deildin undir stórum trýsti orsakað av afturlatingunum. Sostatt fáa hesi sjúklingar nú bert venjing 1-2 tímar um døgnið í 5 dagar um vikuna.
Hetta tiltak er undir alt lágmark, serliga tá hugsað verður um at árið 1997 er lýst at verða HEILAÁR og londini rundan um okkum hava brúkt nógva orku at betra viðurskiftini hjá hesum frammanundan niðurpri-oriteraða sjúklingabólki, og longu nú við góðum úrslitum, sum eisini koma samfelagnum til góðar (meira sjálvhjálpin ein verður, minni tørvur er á almennari hjálp). Hendan beint øvugta mannagongdin innan sjúkrahúsverkið førir við sær, at tey, ið rakt verða av apopleksi meðan uppvenjingardeildin E3 er afturlatin, eru í somu ringu støðu sum áðrenn nøkur uppvenjingardeild var stovnað.
Hetta meta vit er út av lagi vánaligur heilsupolitikkur, ístaðin fyri at tað heldur skuldi verið ein sjálvfylgja, at tað bleiv økt um uppvenjingarplássini!!!
Til seinast vil nevndin í HEILAFELAGNUM, felagið fyri apopleksi og afasi-rakt harðliga mótmæla sparingini á uppvenjingardeildini og samstundis seta vit eitt stórt spurnartekin við virðingina av hesum sjúklingabólki og spyrja hvar liggur ábyrgdin???
Hvar er etikkurin blivin av!!!!!!!!
HEILAFELAGIÐ
Felagið fyri apopleksi
og afasi-rakt
Postboks 3301
FR-110 Tórshavn