Anton Kjelaas frá Saga sigur, at teir vilja fegnir vera við til at hjálpa føroyingum at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina komandi oljuvinnu. -Hetta eru uppgávur, sum vit halda eiga at gerast, áðrenn tú fer undir eina oljuvinnu. Vit halda, at tað hevur bæði áhuga og nyttu fyri føroyingar og fyri eitt oljufelag sum SAGA, ið vónandi skal til at arbeiða her í framtíðini.
Hann sigur, at teir við hesum ynskja at sleppa undan trupulleikum og konfliktum millum oljuvinnu og fiskivinnu, nakað, sum teir hava verið ígjøgnum í Noregi.
-Tað er umráðandi, at ein kann fáa ein dialog í gongd nú, soleiðis at tað slepst undan misskiljingum seinni.
Uppá fyrispurning um hetta hevur nakað við eina komandi lisensrundu at gera, tvs. um Saga á henda hátt vil keypa sær eina góða støðu tá vísir Anton Kjelaas tí avgjørt aftur og vísir tvørturímóti á tað positiva, sum kann koma burtur úr.
Hann sigur eisini, at fyri at fáa hetta gjørt so breitt og seriøst sum gjørligt er ein stýringsbólkur settur, sum skal hava eftirlit við arbeiðinum.
-Tað er avgjørt ikki okkara meining at koma til Føroya og siga tykkum, hvussu tit skulu gera hetta. Men vit vilja fegnir geva tykkum lut í teimum royndum vit hava havt og kunnu vit við hesum stuðuli til eitt granskingarprojekt hjálpa føroyingum og harvið eisini okkum sjálvum, so gera vit tað fegnir.
Hann vísir á, at við slíkari gransking kunnu føroyinga sleppa undan nøkrum av teimum mistøkum, sum norðmenn hava gjørt.
Ein av limunum í stýringsbólkinum er Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann heldur, at projektið er sera spennnandi. -Norðmenn hava royndir í sambandi við fiskivinnu og oljuvinnu, og tað er greitt, at vit nú í góðari tíð kunnu læra av norsku royndunum og harvið royna at fyribyrgja nøkur av teimum mistøkum, sum hava verið gjørd í Noregi. Eg eri tí sera fegin um hesa avtaluna við SAGA