umfari var tað greitt, at Føroyar fara at luttaka í EM endaspælinum í Oslo í januar. Nú er tað greitt, at Føroyar fyri fyrstu ferð hava vunnið eina EM undankapping. Inntil fyri heilt stuttum var tað óhugsandi [...] Hósdagin fæst at vita, hvørjum Førpyar fara at spæla ímóti í innleiðandi bólkinum í endaspælinum í januar. Tað byrjaði væl hjá føroyingum, sum komu á odda við tveimum málum beinan vegin. Tað leikaði javnt á, [...] óhugsandi, men nú er tað veruleiki. Føroyar eiga eitt av heilt góðu manslandsliðunum í Europa og harvið í heiminum, og avrikið í kvøld leggur upp til, at Føroyar fara at hava møguleika at spæla seg viðari úr
Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm er einasta ósigraða liðið í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni, og er eisini oddalið við 20 stigum fyri átta dystir. Í dag vann [...] leikvøllinum oddauppgerðina móti Mjällby. Tað var annars Mjällby, ið legði seg á odda longu í 10. minutti. 13 minuttir seinni javnaði Victor Andersson við einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum. Seinni hálvleikur [...] klokkan 18 spælir AIK dyst á útivølli móti BK Häcken í Göteborg. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Mjällby 2-1 (1-1): ##med2## i
forsætismálaráðið í tíðindaskrivi. Fundurin er partur av einum virknum fundarkalendara fyri stjórnarleiðarar, sum hittast so ofta sum gjørligt í hesum skiftandi tíðum. Tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani [...] eisini á altjóða toppfundi í Oslo í Noregi. - Sjálvt um lond okkara hittast ymsastaðni í heiminum, so er tað natúrligt, at vit, í hesum bólkinum av londum, hittast at umrøða verandi trygdarstøðu í Arktis og [...] fegnist tí um, at tað ber til at hittast í Havn, og at Noreg kann luttaka á fundinum virtuelt. Tiltakið mánadagin verður lýst sum ein trygdarpolitiskur fundur. Norðuratlantshavið er eisini vorðið eitt
ættarlið fáa somu ella betri kor at liva í. Tað krevur, at viðhvørt er neyðugt at gera smærri broytingar. Og viðhvørt er neyðugt at gera stórar broytingar. Annars er vandi fyri, at súlurnar undir vælferðar [...] og strendur í Føroyum. Tiltrongt lønarlyft er latið láglønarbólkum, sum arbeiða innan heilsu- og umsorganarøkið. Lønarmunurin millum kynini er minkaður. Ferð er komið á arbeiðið at fáa løn undir útbúgving [...] samfelagsgongdina. Úti í heimi stendur nógv av tí, sum er tikið fyri givið, ikki á stinnari grund, og menniskjaligi sorgarleikurin í Ukraina og Gasa er ikki til at skilja. Sakleys børn og fólk eiga ongan
hugur verður at festa garðin seinni. - Tað er mjólkin, sum er berandi inntøkan á garðinum, tó at tað er avmarkað, hvat mjólkin undan 18-20 neytum kann geva, og síðan er seyðurin og grøðin eitt gott íkast aftrat [...] upp í árini, er pápin framvegis til stóra hjálp á garðinum, har hann serliga tekur sær av at passa seyðin. Síðan er tað annar av synunum hjá Ottari og Jónhild, sum er føddur í 2002, sum er óførur og brúkar [...] ar í Trøðum er, at teir hava einbýtishagar, sum merkir, at garðarnir hava hvør sín haga. Hagin hjá Uttastovugarði er hagin norður móti Skopunarbygd. Hetta er høgligur hagi, har koyrandi er fram við vestara
, har ferðin er niðursett frá 80 til 60 km um tíman, komu tveir bilførarar í felluna og fingu treytaða frádøming av koyrikortinum. Teir koyrdu ávikavist 93 og 89 km um tíman. Tá ferðin er niðursett, fellir [...] koyrikortinum. Tað sama var tá løgreglan máldi ferðina við Norðskála, har ferðin er niðursett til 60 km um tíman. Har vórðu tveir tiknir fyri at koyra í báðum førum 86 km um tíman. Tað gevur teimum eisini [...] fólk var í býnum í Havn í nátt, veit løgreglan at siga. Men har var friðarligt sum so, men okkurt mál er, sum kann blíva til eitt mál um brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin. Í Suðuroyr var onkur
Vladimir Putin um beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina er eitt "fyrsta stig". Men tað er ikki nóg mikið. Tað eru boðini frá Emmanuel Macron, forseta í Fraklandi, sambært AFP. Saman við einum [...] hann, at hetta er "potentielt ein stórur dagur fyri Russland og Ukraina." Hann nevnir ikki uppskotið hjá Putin, men skrivar, at nógv mannalív verða bjargað, um "blóðbaðið" endar. - Tað verður ein heilt [...] framhaldandi at arbeiða saman við báðum pørtum fyri at tryggja, at tað hendir. - USA vil heldur leggja dent á umbygging og handil. Ein stór vika er á veg, skrivar Trump. Serliga hevur Putin lagt upp til, at Russland
Istanbul. Tað segði russiski forsetin á tíðindafundi sunnukvøldið. Sambært Putin er endamálið við samráðingunum at fáa varandi frið og beina burtur grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina. - Tað var [...] var ikki Russland, sum breyt samráðingarnar av í 2022. Tað var Kyiv. Hóast tað leggja vit upp til, at Kyiv tekur beinleiðis samráðingar uppaftur uttan nakrar fortreytir, segði Putin og vísti til miseydnaðu [...] Putin sambært AFP. Ukraina og tess sameindu eru sinna til eina vápnahvíld í minst 30 dagar frá mánadegnum. Tað varð kunngjørt leygardagin eftir fund í sokallaðu samgonguni av vesturlendskum londum. Sambært
8500 áskoðarum til føroysku dystirnar í Oslo, og frá byrjan hevur HSF fingið tillutað áleið 5000 atgongumerki. HSF hevur frá EHF fingið upplýst, at hetta talið fer væntandi at hækka, tá tey hava havt møguleika [...] HSF skrivar: - Tað hevur leingi verið greitt, at um Føroyar koma við til EM-endaspælið verður spælt í Oslo. Dystirnir verða spældir 16., 18. og 20. januar 2026 í Unity Arena í Oslo. Pláss verður fyri 8500 [...] ymsum bólkum: Kategori 1: 2565 NOK Kategori 2: 1863 NOK Kategori 3: 1485 NOK Kategori 4: 945 NOK Hetta er fyri atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum. Atgongumerkjasølan verður á sølusíðuni
Toyota og Lexus bilar. Petur er limur í Føroya Ellisakførum, og er hann við til flaggdagskoyringina og onnur tiltøk hjá felagnum. Hann er serliga áhugaður í gomlum bilum frá tíðini, tá hann var ungur. ##med4## [...] og stóð hann sundurtikin umleið 25 ár. Hann fór síðan í gongd við at restaurera hann heilt frá grundini, og er hann í sera góðum standi. Hann bleiv skrásettur í august 2011 við upprunaligu nummarplátunum: [...] Tað var Bogi Rasmussen í Runavík, sum hevði bílagt bilin, sum kom til Føroya fyrst í 1976. Talan var um ein flottan og væl útgjørdan bil í mun til hinar Mark II, sum vóru í Føroyum tá. Av tí at hann hevur