JÚXN - fyrra hálvan av skránni

Vit kunngera i dag fyrru hálvuna av JÚXN-skránni á ársins G! Festivali.

Tíðindaskriv:

 

JÚXN er mentanarpallurin á G!, sum heilt ítøkiliga í ár røkkur frá Tøting og niðan á Leirvíksfjall, men tekur teg longri enn tað: til evstu mørk í kroppi, huga og sál. Her er alt frá kjaki og viðgerð av teimum stóru spurningunum til inniliga hugsavnan og kreativt innspark. Kom og finn rásina um reynið og skoða víddirnar, men gloym ikki eisini at missa teg burtur í einstøku orðunum, tónunum og myndunum og ikki minst tí góða felagsskapinum.

 

ÆTLA: MODER NORD/MÓÐIR NORÐUR (FO, SE, DK, IS) – konsert, sum fagnar tí norðurlendska og kvinnum sum tónasmiðum

ÆTLA [ˈatla] er vokaltónlistabólkur úr Keypmannahavn, ið telur átta tekniskt dugnaligar sangarar úr ávikavist Svøríki, Íslandi, Føroyum og Danmark. Tey skapa intensar og nærverandi konsertupplivingar. Navnið endurspeglar drívmegina í bólkinum: at granska, bjóða av og víðka mørkini fyri klassiskan vokaltónleik. 

 

Konsertin byggir á fýra norðurlendskar kvinnuligar núlivandi tónasmiðir: Unn Paturson (FO), Josefine Lindstrand (SE), Mette Nielsen (DK) og Anna Sigríður Þorvaldsdóttirs (IS). Konsertin nemur við evni sum at vera partur av einum norðurlendskum samleika; evni sum barndóm, trúgv og náttúru.

 

GONGUTÚRUR VIÐ KONSERT Á LEIRVÍKSFJALLI

Absolutta hæddarpunktið á G! Ímynda tær at hoyra inspirerandi tónar á veg upp um fjall á festival. Vit halda lív í siðvenjuni at ganga upp um fjall á G! Í ár leggja vit eina forkunnuga konsertuppliving á toppinum aftrat fantastisku upplivinigini, tað er at føla G!-stemningin spakuliga krúpa inn í kroppin, meðan vit ganga. Vit byrja í Krossteig í Leirvík, steðga til ein heitan drekkamunn í Norðragøtu fyri síðani at fara víðari yvir á sandin. Ultimativa byrjanin upp á ein dag á tónleikahátíð Føroya við vakra útsýninum yvir festivaløkið av Leirvíksfjalli.

 

FØROYSKUR DANSUR Á G!

Eingin G! Festivalur uttan dansin! Vit sláa aftur ring, sum siðvenja er á G! Festivalinum, og aftur í ár eru tað lokalar kreftir, ungar hetjur, sum skipa dansin. Kom upp í ringin ella gerst partur av tí góða felagsskapinum við at eygleiða og hoyra søgurnar, sum verða manaðar á pall í Gøtu ein dag á hásumri.

 

MENTANARKJAKIÐ 2025 – HÁMENTAN SUM STAKMENTAN OG/ELLA ØVUGT

Hvussu sær tað føroyska mentanarsamfelagið út? Hvat er lutfallið millum ta breiðu og ta smølu listina; millum tað, sum fjøldin vil hava, og tað, sum mentanarelitan eftirlýsir? Hava vit brúk fyri einari mentanarligari elitu, sum vísir vegin, tá tað kemur til list? Sum støðugt arbeiðir seg undan tí, sum fjøldin fæst við, bæði tá tað kemur til tónleik, myndlist, bókmentir og aðrar listagreinir, og setir normarnar fyri ta góðu listina? Ella er vandi fyri, at hon arbeiðir seg út av eggini og gerst bert ein onnur stakmentan og missir sína ávirkan?

 

Í londum rundan um okkum spyrja tey, hví støðan hjá hámentanini í samfelagnum er viknandi, og ikki minst hví tað tykist sum, at vit leggja so lítið í tað. Kortini birtast í kjakinum eisini hugtøk sum “lesiskomm”, ið óbeinleiðis seta orð á, at at vit innast inni vita, at tað er munur á at lesa eina bók og aðra, at hoyra eitt slag av tónleiki og annan, ja, kanska eina sjangru og aðra. 

 

Hesi og onnur viðurskifti, ið so ella so kunnu teingjast at hugsanum um klassiska dannilsisidealið, fara vit at kjakast um í ársins mentanarkjak.