Yvirtaka formansskapin í Arktiska Ráðnum

Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum

Tíðindaskriv:

 

Í dag, 12. mai, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum.

 

Yvirtøkan fer fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.

 

Yvirtøkan verður stroymd her. Tiltakið byrjar kl. 16.30 føroyska tíð.

 

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

 

– At leiða Arktiska ráðið komandi tvey árini er ein týdningarmikil uppgáva. Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

 

Felags tíðindaskriv kann somuleiðis lesast her.

 

Sí meira um formansskapin her.

 

Sí formansskránna her.

 

Sí meira um Føroyar í Arktis her.