AB tók ikki av

1. DEILD: Tap á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi ber við sær, at argjamenn ikki vunnu seg upp á uppflytingarpláss

Tað var møguleiki fyri, at AB í kvøld kundi vinna seg framum B71 og á uppflytingarpláss.

 

Útsetti dysturin frá fjórða umfari var á skránni í kvøld. Undan heimadystinum ímóti EB/Streymi var AB á triðja plássi við 20 stigum, meðan B71 var á øðrum plássi við 21 stigum.

 

AB hevði harvið møguleika at lyfta seg fram á uppflytarapláss, men argjamenn tóku ikki av. EB/Streymur vann 3-1 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki.

 

Hetta var kærkomin sigur hjá EB/Streymi, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt 8-0 á útivølli ímóti toppliðnum Skála og 5-2 á heimavølli ímóti ÍF.

 

EB/Streymur legði seg á odda beinanvegin. Málskjútti var Kristian Svabo Eliasen. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Tá ið eitt korter var farið, øktu gestirnir um leiðsluna. Málskjútti var Gutti Dahl-Olsen. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.

 

Tveir minuttir undan steðginum kveiktist spenningur av nýggjum, tá ið Bjarki C. Nielsen minkaði um munin til 2-1. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.

 

AB hevði fleiri royndir á og við síðuna av málinum enn EB/Streymur, og AB vann sjey hornaspørk, meðan EB/Streymur vann fimm hornaspørk. Men í seinna hálvleiki var tað bara EB/Streymur, sum skoraði mál. Átta minuttir eftir steðgin var tað Hans Pauli á Bø, sum eftir hornaspark økti um munin til 3-1. Hetta var aðru ferð í ár, at Hans Pauli var málskjútti í 1. deild.

 

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur eftir fyrsta triðingin er á fimta plássi við 15 stigum.

 

Hósdagin fær EB/Streymur vitjan av B36, og fríggjadagin, dýrabiðidag, fær AB vitjan av NSÍ.

 

##med2##