at tríggir danir er dripnir í bumbuálopunum á Sri Lanka. Tey avvarðandi eru kunnað. Har eru í núverandi løtu ikki boð um aðrar danir, sum hava latið lív, sigur Borgerservice í somu dagføringini. Lars Løkke [...] ðharri, hevur verið í Føroyum í páskaferiu. Men hann mátti bróta feriuna av og fara aftur til Danmarkar, tá tað varð greitt, at danir vóru komnir illa fyri. Tilsamans eru 207 deyð, og 27 teirra eru útlendingar
Tað er óvanliga kalt har nmorðuri í India, og tað seinasta samdøgrið eru 17 fólk deyð av kulda, siga myndugleikarnir. Tey flestu vóru heimleys og fólk, sum høvdu so vánaligar umstøður, at tey kundu ikki [...] afturat, og at tað kann blíva enn kaldari, enn tað hevur verið. Tað er sjáldsamt, at hitin har norðuri í India kemur niður á frostmatkið, og tí hava mong hvørki miðstøðuhita ella annað at hita húsini við.
Í minsta lagi 32 fólk eru deyð í áarføri og skriðulopum á frítíðaroynni Madeira. Fleiri hundrað norðurlendsk ferðafólk eru har. Ein almennur tænastumaður sigur við tíðindastovuna AP, at higartil hava [...] sjúkrahús. Danskir fjølmiðlar siga, at umleið 200 danir eru á Madeira, og norska uttanríkisráðið segði í dag, at 200 norskir ríkisborgarar eru her og halda vetrarfrí.
kravt í minsta lagi 53 mannalív í Evropa um vikuskiftið. Veðrið var serliga ringt í Fraklandi, har millum 45 og 50 fólk eru deyð. Umleið ein millión fronsk húski mistu streymin, og terminalurin í Charles [...] forseti, fer at vitja tey ringast raktu økini í dag. Í Spania og Portugal kravdi ódnarveðrið minst fýra mannalív, og í Suðurtýsklandi doyði ein maður, tá ein grein datt oman yvir hann. [...] Charles de Gaulle-floghavnini í París fekk skaða, so fleiri fráferðir máttu avlýsast. Franski forsætisráðharrin, Francois Fillon, hevur lýst ódnarveðrið sum eina náttúruvanlukku, og Nicolas Sarkozy, forseti
Fýra fólk eru funnin deyð í einum niðurbrunnum summarhúsum í Svøríki. Sambært tí lokala sløkkiliðnum stendur bara kaminan eftir. Ein dani átti húsini, og svenska løgreglan sigur, at ein bilur við donskum [...] donskum nummarplátum er funnin við húsini. Summarhúsini standa í Härja einar 150 kilometrar í landnyrðing úr Göteborg. Svenska løgreglan hevur yvirhøvur verið varin við upplýsingum um vanlukkuna, men sum skilst [...] kann tað ikki útilokast, at eldurin er ásettur. Svenska Aftonbladet veit at siga, at seks fólk vóru í summarhúsunum, men svenska løgreglan hevur ongar viðmerkingar til tey tíðindini.
ymsastaðni í landinum í dag. Í Aleppo har norðuri í landinum brast ein bumba uttan fyri eitt bilverkstað, júst sum ein bussur fór framvið, og sambært felagsskapinum eru minst fimm fólk deyð, og fleiri [...] fleiri eru særd. Tað ljóðar eisini, at tvær bumbur eru brostnar í høvuðsstaðnum Damaskus, og at bumburnar vóru heftar upp undir bilar, sum stóðu við ein høvuðsveg nærhendis miðbýnum. Tað er ikki greitt, um hesar [...] hesar bumburnar kravdu mannalív, sigur Syrian Observatory for Human Rights, sum hevur høvuðssæti í London.
Vatnflóð í russiska landspartinum Krasnodar hevur kravt í minsta lagi 103 mannalív. Løgreglan sigur, at í býnum Krynsk eru meiri enn 90 fólk funnin deyð, og í Gelendsjík, sum er við Svartahavið, eru fleiri [...] Streymveitingin er farin, og eingin handil er opin, skrivar AFP. Guvernørurin í Krasnodar sigur, at vatnflóðin er tann ringasta í 70 ár. Hann hevur tosað við Vladimir Putin, forseta og Dmitrij Medvedev, f
Løgreglan í amerikanska statinum Illinois fann í gjárkvøldið fimm lík í tí lítla býnum Emington. Tað vísti seg, at tey fimm fólkini, teirra millum trý børn, vóru deyð av skotum. Løgreglan sigur, at hon [...] skrivar, at talan er um eini hjún og teirra trý børn. Sagt verður, at húskið flutti til Emington seint í summar, og at tey høvdu lítið samband við grannarnar.
Fýra fólk doyðu, og 12 vórðu særd, tá ein bumba brast í einum bussi í turkiska býnum Istanbul. Tey, sum vóru í bussinum, arbeiddu hjá turkiska hervaldinum. Sambært tíðindastovunum hava turkisku myndugleikarnir [...] bardagarnir millum turkiska herin og kurdiskar uppreistrarmenn eru harðnaðir í seinastuni. Sagt verður, at minst 18 fólk eru deyð í bardøgum teir seinastu dagarnar. Teir kurdisku uppreistrarmenninir hava sagt
suðuri í Fraklandi, at stór øki standa undir vatni, tí at áirnar eru farnar upp um áarbakkarnar. Myndugleikarnir hava lýst neystøðu í summum økjum, og higartil eru trý fólk funnin deyð, skrivar AFP. Í fleiri [...] Ringast stendur til í landslutinum Var. Har eru 1.600 fólk rýmd heiman, og meiri enn 4.000 húsarhald hava mist streymin. Tað nógva regnið hevur eisini gjørt stóran skaða Norðuritalia og í Norðurspania.