Vatnflóð í Russlandi kravt 103 mannalív

Vatnflóð í russiska landspartinum Krasnodar hevur kravt í minsta lagi 103 mannalív. Løgreglan sigur, at í býnum Krynsk eru meiri enn 90 fólk funnin deyð, og í Gelendsjík, sum er við Svartahavið, eru fleiri lík funnin.

Myndugleikarnir hava sent umleið 1.000 bjargingarfólk at hjálpa neyðstøddum. Streymveitingin er farin, og eingin handil er opin, skrivar AFP.

Guvernørurin í Krasnodar sigur, at vatnflóðin er tann ringasta í 70 ár. Hann hevur tosað við Vladimir Putin, forseta og Dmitrij Medvedev, forsætisráðharra, sum hava lovað honum alla ta hjálp, sum er neyðug.