Bumbuspreingingar í Sýrialandi

Sýriski mannarættindafelagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights sigur, at fleiri bumbur eru brostnar ymsastaðni í landinum í dag.

Í Aleppo har norðuri í landinum brast ein bumba uttan fyri eitt bilverkstað, júst sum ein bussur fór framvið, og sambært felagsskapinum eru minst fimm fólk deyð, og fleiri eru særd.

Tað ljóðar eisini, at tvær bumbur eru brostnar í høvuðsstaðnum Damaskus, og at bumburnar vóru heftar upp undir bilar, sum stóðu við ein høvuðsveg nærhendis miðbýnum. Tað er ikki greitt, um hesar bumburnar kravdu mannalív, sigur Syrian Observatory for Human Rights, sum hevur høvuðssæti í London.