Kuldi kravt 17 mannalív í India

Tað er óvanliga kalt har nmorðuri í India, og tað seinasta samdøgrið eru 17 fólk deyð av kulda, siga myndugleikarnir. Tey flestu vóru heimleys og fólk, sum høvdu so vánaligar umstøður, at tey kundu ikki verja seg ímóti kuldanum.

Indisku veðurfrøðingarnir siga, at tað kalda veðrið fer at standa við nakrar dagar afturat, og at tað kann blíva enn kaldari, enn tað hevur verið.

Tað er sjáldsamt, at hitin har norðuri í India kemur niður á frostmatkið, og tí hava mong hvørki miðstøðuhita ella annað at hita húsini við.