Bumba kravt fleiri mannalív í Istanbul

Fýra fólk doyðu, og 12 vórðu særd, tá ein bumba brast í einum bussi í turkiska býnum Istanbul. Tey, sum vóru í bussinum, arbeiddu hjá turkiska hervaldinum. Sambært tíðindastovunum hava turkisku myndugleikarnir illgruna um, at kurdiskir uppreistrarmenn skipaðu fyri atsóknini, og at spreingingin helst hevur samband við, at bardagarnir millum turkiska herin og kurdiskar uppreistrarmenn eru harðnaðir í seinastuni.

Sagt verður, at minst 18 fólk eru deyð í bardøgum teir seinastu dagarnar.

Teir kurdisku uppreistrarmenninir hava sagt, at teir hava ógildað eina vápnahvíldaravtalu, tí turkiski herurin hevur brotið avtaluna fleiri ferðir.