Løgreglan í amerikanska statinum Illinois fann í gjárkvøldið fimm lík í tí lítla býnum Emington. Tað vísti seg, at tey fimm fólkini, teirra millum trý børn, vóru deyð av skotum.
Løgreglan sigur, at hon fann fyrst líkini av einani kvinnu, einari ungari gentu og einumt smábarni, og nakað seinni kom hon fram á líkini av einum manni og einum drongi.
Blaðið Chicago Tribune skrivar, at talan er um eini hjún og teirra trý børn. Sagt verður, at húskið flutti til Emington seint í summar, og at tey høvdu lítið samband við grannarnar.










